Áleggja kvinnunum at ganga í burka

Taliban hóttir við at revsa kvinnur, sum ikki ganga í burka

Pakistanskir fjølmiðlar siga, at pakistanska deildin av Taliban hevur givið kvinnunum í útnyrðingspartinum av landinum boð um, at tær skulu ganga í burka. Gera tær ikki tað, verða tær revsaðar likamliga.

 

Pakistanska blaðið Daily Times, sum kemur út á enskum máli, skrivar í dag, at Taliban hevur hongt plakatir upp nógvastaðni í Mohmand-landspartinum, har rørslan áleggur kvinnunum at ganga í burka.

 

Taliban vil ikki bara hava kvinnurnar at ganga í burka. Á plakatunum ger rørslan vart við, at muslimskar kvinnur skulu ikki taka lut í arbeiði uttandura, tær skulu ikki fara á marknaðin at keypa, uttan at onkur maður í ættini er við teimum, og tær skulu heldur ikki fara til almenn tiltøk einsamallar.

 

Daily Times skrivar, at politikkurin hjá Taliban hevur avmarkað rættindini hjá kvinnunum í útnyrðingspartinum av Pakistan nógv. Eitt nú vísir blaðið á, at á tjóðartingsvalinum í vár sluppu kvinnurnar í Mohmand-landspartinum ikki á val. Ta avgerðina tók eitt eldraráð, og tess niðurstøða var, at tað var ikki í samsvari við mentanina, at kvinnur høvdu valrætt. Tí vórðu fleiri valhøli stongd, og kvinnur sluppu ikki at atkvøða, skrivar Daily Times.