Í dag varð startskotið latið av til kostárið 2011.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur tilnevnt 2011 at verða kostár, har dentur skal leggjast á sunnar og góðar matvanar. Og í dag varð kostárið sett á samkomu í Norðurlandahúsinum.
Tríggir kostfrøðingar eru settir í hálvtíðarstarv hvør at koma við uppskotum um tiltøk og átøk í kostárinum.
Men Pál Weihe, formaður í Fyribyrgingarráðnum sigur, at serligur dentur fer at verða lagdur á trý øki.
Í fyrstu syftu verður dentur lagdur á tey ungu og at pota góðar og heilsugóðar kostvanar niður í tey, sum tey so vónandi bera við sær alt lívið.
Í hinum endanum er ætlanin at leggja dent á tey gomlu, tí tað er ikki óvanligt, at tey bæði eta ov lítið og skeivan kost og tí verða likamliga illa fyri av teirri orsøk og koma í vitamintrot.
Og triði bólkurin, sum dentur skal leggjast á, er at fáa tey vaksnu at eta heilsugóðan kost, ikki minst meiri av okkara frálíka fiski, bæði fiski, vit eru von at eta og fiski, vit ikki eru von at eta.
Avbjóðingin verður kanska at gera hann til á ein hátt, sum fólki dáma og hava hug at royna aftur.
Á myndini er tað Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, vm.og Pál Weihe.
sí eisini myndafrásøgnina frá kostárinum.