Ólavur: Tungt at brenna brotsspark og stórar málmøguleikar (FM1)

Annar av venjarunum hjá ÍF, Ólavur Larsen heldur, at heimaliðið hevði avgjørt uppiborið betri móti B36 í dag

##med2##

Leikliga beit ÍF væl frá sær móti B36 í heimadystinum í Fløtugerði í Fuglafirði, men í dag rindaði ÍF ikki marginalskattin.

Ólavur Larsen, ið venur Betrideildarliðið hjá ÍF saman við Hans Jørgen Djurhuus harmast stórliga, at ÍF brendi eitt brotsspark og aðrar stórar málmøguleikar, ið væl og virðiliga kundu givið ÍF eina úrtøku móti B36 í dag.

Ólavur kann gleðast um, at ÍF hevur 13 stig í fyrsta triðingi í kappingini, men á minussíðuni er, at ÍF á heimavølli ikki hevur tikið nakað stig móti topp-4 liðunum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Ólav Larsen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum hjá B36, og tí brenda brotssparkinum hjá ÍF. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá B36, Andrias H. Eriksen. 

(Samrøða: Ólavur Larsen)