Føroyar gera ov lítið við íverksetan í útbúgvingarskipanini og missa harvið vøkstur og arbeiðspláss, staðfestir spildurnýggj norðurlendsk kanning, skrivar Ólavur Ellefsen, formaður í Ungt Virki.
- Eg haldi niðurstøðan er, at vit hava tørv á at undirvísa meira í íverksetan, sigur Ólavur Ellefsen við Rás2 í dag.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Ólav Ellefsen í dag.