Ólavsøkuskráin er komin

Visit Tórshavn hevur júst lagt skránna fyri ólavsøkuna 2013 út á netið.

 

Skráin inniheldur eina heilsan frá borgarstjóranum og yvirlit yvir eina ørgrynnu av tiltøkum á ólavsøku, undirhald, matstøð, sølubúðir o.a.

 

Tiltøkini eru skipað í tíðarrøð og eftir evni.

 

Harafturat er eisini upplýsingar um bussleiðina um ólavsøkuna, um Ólavsøkukonsertina, tiltøkini hjá Tórshavnar Ítróttarráð á Skálatrøð og tiltøkini á Tórspalli á Vaglinum.

 

Les skránna online her ella tak hana niður her.

 

Sangheftið til midnáttarsangin er eisini lagt út, og kann takast niður her.

 

Visit Tórshavn skrivar eisini:

 

Tórshavnar kommuna hevur ment eina app, sum veitir borgarunum fleiri tænastur. Tú kanst brúka appina til midnáttarsangin, tá eini 12.000 fólk syngja á Vaglinum ólavsøkudag kl.24.00.

 

Bussarnir koyra á ólavsøku. Á appini kanst tú kanna, nær bussarnir koyra.

 

Við appini á telefonini er skráin altíð í nánd. Appin er ókeypis og fæst á App Store og á Google Play.