Havi bíðað eftir eini slíkari ólavsøkurøðu nú í um 15 ár - og endiliga var hon har. Ein røða, har Føroya Løgmaður stendur fram á røðarapallin og vísir leiðina frameftir, setir sær fyri at skipa ein dans, sum vit øll eiga okkara lut í og sum skal vera við til at menna tjóðina í eini tíð, sum verður lýst við orðinum avbjóðingar, men sum væl kundi verið lýst sterkari uttan at gera ov nógv av.
Mín meting er, at strategiskt er tjóðin hótt og hevur verið tað tey seinastu 15-20 árini. Tað sigur so eitt sindur um tíðarhorisontin í útsøgnini strategiskt hótt. Tað merkir nevniliga ikki, at gerandisdagurin í dag er hóttur. Heldur ikki um konjunkturarnir ganga annan vegin ella hin. Tað, sum eg leggi í hetta hugtak, ein strategiskt hótt tjóð, er tað, sum hendi so mongum samfeløgum, sum vit einans kenna frá søgubókum - tey mistu taktina við restina av umheiminum og tað rák, sum ikki stóð til at venda, og tey fóru í upploysn innanífrá.
Visiónin og veruleikin
Ólavsøkurøðan bar eisini boð um tað strategiska kyksendi, sum er veruleikin í løtuni. Strategiskt kyksendi merkir heilt ítøkiliga, at tess fleiri prosjekt vit seta í verk við teirri ætlan at menna okkum, tess djúpari fella vit í strategisku hóttanina. Tað, vit seta í verk, er ikki í takt við restina av umheiminum. Uttan at nema við staklutir í tí skitsu, sum ólavsøkurøðan legði fyri dagin, er tað mín meting, at fleiri teirra bera boð um tað kyksendi, sum er veruleikin í dag og sum hevur eina 15 ára langa søgu.
Men tað broytir ikki tann veruleikan, at landsins hægsta embæti hevur blást í lúður. Tí fyrsta fortreyt fyri at vinna strategiskt fótafesti aftur er ikki, at alt skal gerast rætt, men at persónurin aftanfyri landsins ovasta embæti setir sítt politiska álit í veð fyri framburðinum. At landsins ovasta embæti trínur dansin og setir sær fyri at skipa. Eingin kann rokna við at sleppa burturúr einum kyksendi uttan at snáva og fara skeivur - ikki bert viðhvørt, men kanska verður tað reglan heldur enn undantakið eina drúgva tíð frameftir. Tí har er ein orsøk til, at vit eru komin, har vit eru, og hesar orsøkir verða ikki broyttar eftir einum degi ella einum valskeiði.
Eftir at hava hoyrt ólavsøkurøðuna 2005 eri eg lítið í iva um, at hendan samgongan fær eina uppliving av altjóða umheiminum, sum ikki er stórvegis øðrvísi enn seinasta samgonga fekk av donsku stjórnini, nevniliga at hvør einstakur heimsborgari arbeiðir fyri sær og sínum. Ein føroysk fullveldisætlan var í andsøgn við ætlanina (t.e. uppgávuna) hjá danska forsætismálaráðharranum og danska fólkatinginum, og føroyska ætlanin undir seinastu samgongu fekk onga hjálp frá donsku stjórnini - heldur øvugt. Soleiðis er eitt vinnuligt átak úr Føroyum í andsøgn við tey átøk, sum gjørd verða úr øðrum londum, og mangt bendir á, at tann mótstøðan, sum er væntandi uttanífrá, enn einaferð fer at koma óvart á Føroya Landsstýri. Íslendarar arbeiða fyri íslendskum áhugamálum og grikkar fyri grikskum áhugamálum. Tað, sum vísir seg at vera mark í tí sambandi, er mentanin, fólkið, tjóðin. Jødarnir eru helst besta dømi í so máta, sum uttan mun til formlig landamørk, eru kendir fyri at arbeiða fyri ísraelskum áhugamálum. Almennu Føroyar hava mær vitandi ikki enn alment víst eina búna javnvág millum tey vøkru orð, sum søgd verða til ymisku hátíðarhaldini ymsa staðni í heimi og tann veruleika, sum goymir seg handan tjaldini - mangan á somu hátíðarhaldum. Men tað kemur.
Visión og tað, sum fær
fjallið at flyta seg
Eingin av hesum veikleikum við ólavsøkurøðuni - og tí, sum býr aftanfyri - broytir tó tann veruleika, at landsins hægsta embæti hevur sett sítt politiska álit í veð fyri at vinna framá. Heldur landsins hægsta embæti fast í hesum máli, ivist eg ikki í, at vit røkka tí. Hetta uttan mun til, hvussu ørkymlandi gongdin kann sýnast og uttan mun til, um vit skulu umvegis nakrar blindgøtur og vera fyri stórum missi onkustaðni.
Næsta stigið á leiðini er nevniliga heldur ikki at gera alt rætt, men at fáa samlaðu skipanina at hanga nóg væl saman í praksis, soleiðis at nakar strategiskur stirðil er í henni. At sláa ringin. Stevið kemur, sum dansurin gongur.
Tann eini spurningurin, sum fær altavgerandi týdning í sambandi við strategisku støðu tjóðarinnar, er spurningurin um álit millum manna. Spurningurin um fólkið hevur álit á landsins stýri í praksis. Spurningurin um hin einstaki hevur nakra orsøk til yvirhøvur at samskifta við landsins almenna apparat í einum ítøkiligum máli, tí tann einstaki hevur álit á, at har er ein vilji til felags fatan. Spurningurin um hin einstaki av góðum grundum kann rokna eina avtalu við landsins almenna apparat sum eina avtalu og eitt signal sum eitt signal - verdugt sum liður í einum ítøkiligum initiativi.
Hin spurningurin, sum fær altavgerandi týdning í sambandi við strategisku støðu tjóðarinnar, er spurningurin um at fáa initiativ til høldar. Spurningurin um tað í praksis ber til at byggja eitt initiativ upp í bitum, soleiðis at tað endar við at gerast eitt realistiskt átak við megi í. Hesin spurningurin er neyvt tengdur at spurninginum um álit millum manna. Tí uttan eitt ítøkiligt álit á ítøkiligar persónar, sum sita á ítøkiligum sessum í sambandi við ítøkilig initiativ verður einki initiativ bygt upp, har fleiri og fleiri fólk verða fingin við. Tað ber snøgt sagt ikki til. Einki initiativ kann byggjast á rættarmál eins lítið og nakað initiativ í dagsins veruleika kann byggjast á pening eina - tá skulu størri upphæddir til, enn vit eru von við her á klettunum.
Hóast landsins hægsta embæti hevur formliga ábyrgd av hesum viðurskiftum, er veruleikin tó tann, at tað er trupult hjá tí persóninum, sum røkir hetta embæti, í praksis at røkka út, har skaðin verður gjørdur. Tí skaðin liggur ikki í lógum og reglum, men í teim virðum, sum liggja til grund fyri teirri atferð, sum verður útint í praksis millum leiðararnar hjá teim 6-7.000 fólkunum, sum starvast í fólksins tænastu.
Hóast strategiska lærubókin sigur okkum, at hetta næsta stigið skal eisini vera fingið uppá pláss, áðrenn nakað strategiskt fótafesti er í eygsjón, haldi eg meg vera so mikið vísan í teknunum i sól og mána, at til ber at siga, at ólavsøkudag 2005 var fyrsti dagur í 15 ár, har tað aftur er strategisk meining í at fara undir nakað ítøkiligt vinnuligt prosjekt við støði í Føroyum, sum á nakran hátt er ætlað at bróta mørk av týdningi.
Veruliga avbjóðingin
Soleiðis, sum eg haldi meg hóma gongdina, er veruliga avbjóðingin hjá okkum smá 50.000 borgarum úti í Atlantshavi, at eitt hóskiligt mál í takt við umheimin kann vera, at í 2010 eru minst tríggjar føroyskt stýrdar fyritøkur fremstar á altjóða pallinum á sínum øki og minst ein teirra skal hava umsetning í milliardskala.
Eitt slíkt mál kann landsins hægsta embæti ikki orða í løtuni, skal hann hava nakað trúvírði millum eitt fólk, sum er komið sær út av takt við veruleikan í umheiminum. Tí verður tað orðað her niðri frá gólvinum. Uttan at seta sær mál av tí slagnum hava vit onga strategi í takt við umheimin, og vit berjast framhaldandi í kyksendi.
Tað sigur samstundis nakað um, hvussu stór avbjóðingin er.
Sjálvur beri eg ongan ótta fyri, at vit kunnu megna hetta, um landsins hægsta embæti heldur fast í uppgávuni. Stykki fyri stykki. Fet fyri fet. Mál fyri mál. Eisini um tað hendir, at vit í meldrinum tað næsta árið ella tvey missa tey mest týðandi aktivini í landinum av hondum, eins og tað eisini væl kann henda, at vit missa peningin, sum aktivini góvu av sær, í átøkum, sum vístu seg at vera til fánýtis. Um tað hendir, kunnu vit kanska minnast aftur á, at hóast trolaraævintýrið eftir seinna heimsbardaga var ein búskaparlig sorgarsøga, vísti tað seg at gerast byrjanin til eina strategiska sólskinssøgu. Men hóast Føroyar fingu strategiskt fótafesti aftur í fimtiárunum og fóru at byggja land og binda saman aftur tað, sum var pettað sundur í smástykkir, er tað helst eingin okkara, sum ynskir sær at vera partur av eini forsøgu, sum líkist henni, tey tá upplivdu. Og vónandi verður tað fótafestið, sum nú er í eygsjón, drúgvari enn tey 40 árini, sum dýrt keyptu tøkini eftir seinna heimsbardaga skuldu vísa seg at røkka.
Onkursvegna havi eg ein varhuga av, at tíðin er búgvin til at venda gongdini, og at hon verður vend í næstum. Eg síggi onga orsøk til at bíða eftir lógarbroytingum hesum viðvíkjandi.