Ólavsøkukonsertin verður aftur í Tórsgøtu

Tórshavnar Ítróttarráð skipar aftur í ár fyri ólavsøkukonsertini. Eins og undanfarin ár verður konsertin 27. juli.

 

Í fjør var konsertin í Tórsgøtu, og tað riggaði so mikið væl, at stóra parkeringsøkið í Tórsgøtu fer aftur í ár at vera karmur um tónleikatiltakið.

 

Sambært fyrireikarunum skal ólavsøkukonsertin gerast eins vælumtókt og hon var, tá ólavsøkukonsertin var í hæddini.

 

- Ólavsøkukonsertin var í nógv ár ikki bert óalmenna setanin av ólavsøkuni, hon var eisini flaggskipið í føroyskum tónleiki. Áðrenn festivalarnir fingur fótafestið, var ólavsøkukonsertin staðið, har eitt bland av teim bestu nýggju og royndu føroysku bólkunum spældu fyri risa stórum áskoðarafjøldum. Soleiðis verður aftur í ár, siga fyrireikararnir.

 

Skráin er endaliga gjørd, og á stóra konsertkvøldinum verður eitt sindur av hvørjum at hoyra.

 

- Í ár verður talan um eitt bland av tí allar besta, ið vit hava at bjóða í Føroyum, umframt at vit fáa vitjan av kendum donskum bólkum. Fyrsta navnið sum varð avdúkað, er Noah, sum stórhittar í Danmark í løtuni við songunum "Over Byen" og "Det' Okey", siga fyrireikararnir.

 

Av føroyskum tónleikabólkum verða millum annað MC-Hár og Swangah Dangah á ólavsøkukonsertini 2013.

 

Konsertin verður í Tórsgøtu 27. juli frá kl. 20 til 04.