Ólavsøkukonsertin beinleiðis á Portalinum

Stóra Ólavsøkukonsertin, sum verður hildin í kvøld kann upplivast beinaleiðis her á Portalinum. Bólkar sum Dúné, Páll FInnur Páll og The Ghost fara á pallin á Ólavsøkukonsertini, sum verður hildin í Tórsgøtu í kvøld.

 

Vanliga koma nógv fólk á Ólavsøkukonsertina, men um tað ikki ber til at møta upp í Tórsgøtu, kanst tú alíkavæl uppliva konsertina.

 

Hon verður nevniliga streamað beinleiðis her á Portalinum frá kl. 20.00 í kvøld. Til høgru her á síðuni er ein knøttur, sum tú kanst trýst á fyri at uppliva Ólavsøkukonsertina umvegis netið