Ólavsøkuframsýningin hjá Føroya Ellisakførum

Á ólavsøku skipaði áhugafelagið Føroya Ellisakfør fyri stórari framsýning av gomlum bilum og motorsúkklum í hølunum hjá P/F Wenzel í Havn. Í ár eru liðin 100 ár síðan Ford Motor Company varð stovnað

Síðan áhugafelagið Føroya Ellisakfør bleiv stovnað í 1992 hevur við jøvnum millumbilum verið skipað fyri ymiskum framsýningum á ólavsøku. Eitt árið hevði felagið vitjan av íslendskum ellisakførum, tá var framsýningin í hølunum hjá Berg Motors á Hálsi. Í 1997 varð framsýningin í bygninginum hjá Postverki Føroya á Óðinshædd, tá varð eisini skipað fyri go-kart koyring. Eitt árið var ein motorsúkkluframsýning í hølunum hjá P/F Meinhardt Arge á Hálsi.
Í sambandi við at Ford Motor Company fylti 100 ár í ár, varð framsýningin hesaferð í hølunum hjá P/F Wenzel á Akranesgøtu. Umframt fleiri gamlar Ford bilar vóru eisini nógvir aðrir bilar og gamlar motorsúkklur. Til dømis vóru allir Ford bilarnir hjá Vatnsoyra Bilasavni við á framsýningini, sum varð væl vitjað. Eitt av endamálunum við hesi framsýning var at savna pening inn til at seta gamla vatnbrunnin undir Gráasteini í Havn í stand til eitt tekniskt savn.