Ólavsøkuframsýningin 2008 er frá 28. juli til 17. august í Listaskálanum í Havn. Sýningin í ár eitur Skitsan og sýndar eru skitsur hjá listafólkum, og gongur Listafelagið við hesum nýggjar leiðir.
Danska listakvinnan Kirsten Justesen hevur valt skitsur út og lagt framsýningina tilrættis, og hon fegnast um, at føroysk listafólk fegin hava latið arbeiðshøli síni upp, so hon slapp at velja skitsur, tí hon metur skitsuna vera virðismikla í arbeiðsgongdini hjá listafólkunum. 26 listafólk vísa skitsur á sýningni.