Ólavsøkufinalan verður á ólavsøku

Tey bæði feløgini settu annars - saman við 12 øðrum feløgum - føtur í spenni, tí tey ikki kundu góðtaka, at havnarfeløgini skuldu fáa helmingin av inntøkunum frá finaludystinum á ólavsøku.

Fundur hevur verið um málið í morgun, og Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, sigur, at tey hava funnið ein leist, sum feløgini kunnu góðtaka.

- Vit hava eina ítróttarliga hending, sum vit vilja hava avgreidda. Her hava verið nøkur fíggjarlig ting íblandað, sum hava gruggað myndina. Men vit hava funnið ein leist saman við feløgunum, soleiðis at tey nú eru til reiðar at savna tankarar um ítróttarliga partin og einki annað, sigur Høgni í Stórustovu.

 

Hann vil tó ikki siga, hvussu fíggjarligi leisturin nú er skrúvaður saman.