Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum er nú útkomið. Blaðið, sum er 64 síður til støddar, verður í dag borið í hvørt hús í landinum.
Í blaðnum ber til at lesa um mangt og hvat um ólavsøku. Eitt nú er samrøða við hvalbiarprest, sum skal halda ólavsøkuprædikuna, tosað verður við havnarkvinnu, sum fer at halda ólavsøku, og høvdundin Høgni Mohr hugleiðir um kappróður.
Í blaðnum ber eisini til at lesa um ólavsøkukabarettina, midnáttarsangin, kórløtuna á Tinghúsvøllinum, rúsdrekka, ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsnum, kappróður og mangt annað.

Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum er komið út

