Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, skal fyri fyrstu fer seta leiða skrúgonguna, og seta Løgtingið. Vit hava tí sett Pálli nakrar spurningar um ólavsøkuna.
Hvønn leiklut heldur tú at Ólavsøkan hevur í okkara samfelag?
Avgjørda styrkin í ólavsøkuni er at vit eiga hana øll. Um vit eru varin sambandsfólk, ella ótolin loysingarfólk. Um vit eru ung, ella tilkomin. Um vit eru av bygd, ella úr bý, so savnast vit øll til okkara tjóðarhátið og eru eitt fólk á ólavsøku. Ólavsøkan hevur bæði tjóðarbyggjandi og savnandi ávirkan á okkara samfelag.
Hvat hevur Ólavsøkan at siga fyri teg?
Í ár er ólavsøkan heilt serlig fyri meg og familjuna, tí at eg sum løgtingsformaður á fyrsta sinni, skal leiða skrúðgonguna og at seta Løgtingið. Tað er ein sera stórur og forkunnugur heiður, sum eg eri sera eyðmjúkur um at hava fingið til ábyrgdar. Ólavsøkan er ein vakur mosaikkur av hugna, skemti og dýrd, væl samanflættað saman av vinum og kenningum.
Hvat er tað besta við Ólavsøku?
Tignarliga løtan í kirkjuni Ólavsøkudag hitar sál og sinn á ein ikki sambæriligan hátt. Løtan í Tinginum, tá Løgmaður ber fram røðu er hátíðarlig sum fá. Við eini lítlari kenning á Vaglið at syngja felagssang og kvøða Ormin Langa, ger undurverk. Annars sum fólk flest at vála við konu og børnum í Tivoli og í miðbýnum.
Hvat er minni gott við Ólavsøku?
Ólavsøkan hevur uttan iva minni góðar síður eisini, men eg haldi at tær góðu væl og virðiliga vinna á teimum dapraru.
Hvussu fert tú at halda Ólavsøku í ár?
Hjá løgtingsformanninum er uppgávan rættiliga bundin ólavsøkudag, men restin av tíðini verður brúkt saman við familju, vinum og kenningum.
At enda ynski eg øllum okkara fólki eina góða ólavsøku.