Jógvan Arge
-----
”Sum umstøðurnar eru, er tað lívshættisligt at ganga fullur í gøtunum í Havn á ólavsøku”, skrivaði fútin Niels Westerby í einum almennum boðum um, hvussu fólk skuldu bera seg at í Havn hesa ólavsøkuna fyri sjeyti árum síðani.
Ávaringin kom serliga orsakað av vandanum fyri týskum bumbuálopi. Bumbuálop var onki, og heldur onki frættist um, at fólk vóru meira edrú á ólavsøku 1940 enn aðrar ólavsøkur, men hon var bæði stuttlig og spennandi.
Dagblaðið helt hana hava dám sum ongin onnur ólavsøka hevði havt, tí nú vóru Føroyar hersettar av fremmandum landi. Men blaðið helt, at aðrar tjóðir vóru verri fyri og sluppu als ikki at vinda sítt tjóðarmerki á stong.
Leygarkvøldið fyri ólavsøkuaftan varð ítróttastevnan, sum Ítróttasamband Føroya skipaði fyri, sett uppi í Gundadali. Merkið hjá ÍSF varð vundið á stong og síðani varð kappast á fótbóltsvøllinum í spjótkasti, stangarlopi, diskos, langlopi, 100 m renning og kúluvarpi.
Fleiri fótbóltsspælarar vóru við í frælsa ítróttinum, og ein, sum skaraði framúr, var HBarin Arni Olsen. Hann vann diskoskast, stangarlop og spjótkast og varð nr. 2 í langlopi, kúluvarpi og 100 m renning.
Lutakast um fótbóltin
Ólavsøkuaftan kl. 12 stundisliga hittust umboðsmenn fyri øll seks fótbóltsliðini , sum skuldu luttaka í fótbóltskappingini, í sjálvari býráðshøllini. Tey seks liðini vóru HB, B36, KÍ, TB, VB og L.S., sum stendur fyri bretska herliðnum Lovat Scouts. Har var lutakast um, hvussu liðini skuldu spæla teir tríggjar fyrstu dystirnar millum kl.14 og 18 hendan sama dag.
Í fyrsta dystinum skuldi TB spæla móti KÍ. Síðani skuldi VB spæla móti Lovat Scouts, og seinast skuldi HB spæla móti B36. Til tess at fáa dystirnar avgreiddar skuldu hálvleikirnar verða 30 minuttir hvønn vegin. Havnarfólk vóru hørm um, at HB og B36 møttu hvør øðrum so tíðliga, tí tað vóru tey so von við, men onki gjørdist við tað.
Tá leiktíðin var úti í dystinum millum TB og KÍ, var úrslitið javnleikur 1-1. Siðani spældu teir umdyust í 10 minuttir. Hesa løtuna fekk KÍ mál og vann dystin. Lovat Scouts vunnu tryggari sigur á VB. Hann var 4-1, men vágbingar høvdu verið á odda 1-0 í hálvleikinum.
At enda kom dysturin millum havnarfeløgini. Úrslitið varð, at HB vann 1-0, og nú vóru KÍ, Lovat Scouts og HB komin víðari í hesa skeivu semifinalu, har bert ein dystur skuldi spælast, meðan eitt lið slapp beinleiðis í finaluna.
KÍ var heppið at draga fríseðil og slapp í finaluna uttan semifinalu, meðan HB skuldi spæla móti Lovat Scouts seinnapartin ólavsøkudag. Eftir skránni skuldi dysturin verða klokkan 14.00, og so skuldi finalan verða um kvøldið kl. 19.00.
Lovat Scouts seinkaðir
Men eitt var, at Ítróttasambandið hevði ásett, nær fótbóltur skuldi spælast á ólavsøku. Annað var, um hetta kundi lagast til skránna hjá bretska hervaldinum. Tað vísti seg ikki at bera til.
Lovat Scouts kundu ikki fara av sínum posti kl. 14 ólavsøkudag. Teir kundu ikki koma fyrrenn kl. 17, bert tveir tímar áðrenn sjálv finalan skuldi spælast. Hetta vóru harðir kostir, men til tess at bøta um, varð avrátt, at dysturin skuldi bert vera 20 minuttir hvønn vegin.
Væl av vindi var. HB vann lutakastið og tók vindin við fyrra hálvleik. Hetta gjørdist ein ógvuliga lívligur og harður dystur. Hann var ikki meir enn byrjaður, so fekk HB sítt fyrsta mál. Tað var eitt hornaspark, sum Bjarki Skaale sendi beinleiðis í mál.
Lítla løtu seinni fekk Archibald Askham eina sentring, sum hann tók við sær og fluktaði í mál. Málmaðurin hevði hendurnar á bóltinum, men skotið var so hart, at hann helt honum ikki. Stutt fyri hálvleik skeyt Jóannes Simonsen mál nummar trý.
Seinni hálvleikur var meira javnur. Eingilskmenninir høvdu nú vindin við sær, men HBararnir drivu á, sum kundu teir ikki leggjast fyri, og hesin hálvleikur endaði 0-0. Úrslit 3-0 til HB.
Nógv fólk í Gundadali
Nú var ein góður tími, til finalan skuldi spælast. Summir spælarar sluppu sær oman í Tróndargøtu at fáa sær ein drekkamunn frá Mallu hjá Bil Óla, áðrenn leggjast skuldi til brots aftur móti klaksvíkingum, sum ómóðir kundu fara undir endabrestin. Nógv fólk var í Gundadali hetta ólavsøkukvøld.
HB vann lutakastið og tók vindin við í fyrra hálvleiki. Hálvleikirnir skuldu vera 45 minuttir í hesum dystinum. HB-liðið var frá málmanni til ytra vinstra: Niels Juel Arge; Jákup Jacobsen, Hans Nielsen; Meinhard Andreasen, Niels Pauli Nolsøe, Arne Olsen; Bjarki Skaale, Archibald Askham, Jóannes Simonsen, Meinhardt Arge og Símun Poulsen.
Hetta var ein blandingur av royndum og ungum spælarum og heildin virkaði væl. Yngsti maður var tann bara 15 ára gamli Meinhardt Arge.
Gerðabóklin hjá HB sigur, at tað var greitt beinanvegin, at andin frá fyrra dystinum var yvir HBarunum enn, og teir spældu betur enn KÍ. Í fyrra hálvleiki eydnaðist HB at gera tvey mál. Jóannes Simonsen og Símun Poulsen vóru menn fyri teimum.
Í seinna hálvleiki fekk KÍ vindin við sær, og tað var ikki sørt, at HB-fólk óttaðust, at teirra menn fóru ikki at standa seg hendan hálvleikin, tí nú hevði KÍ sama fyrimun, sum HB hevði havt í fyrra hálvleiki.
HB vann Veðrasteypið
”Men einki hjálpti. HB spældi sum aldri fyrr; tað var kort sagt ein tann besti kampur, HB nakrantíð hevði spælt. Tað var sum einki var óført fyri teir. Hálvleikurin endaði 0-0 og kampurin var vunnin 2-0”, stendur í gerðabókini.
Við hesum hevði HB vissað sær hetta Veðrasteypið, sum síðani hevur havt heiðurspláss, men rómurin var ikki so stórur, sum hann átti at vera, tá dystuin var av, tí stutt fyri leiklok var ein av teimum gomlu royndu HBarunum, Jákup Jacobsen, fyri álvarsomum óhappi, sum setti stoppara fyri hansara fótbóltsspæli.
Jákup hjá Jørgen á Áarvegnum, sum var annar bakkurin, rendi saman við ein KÍara og breyt beinið. Hetta gav ein hvøkk millum áskoðararnar, sum vóru í so góðum hýri. Jákup mátti út á Hospitalið, og av tí, at bert 3-4 minuttir vóru eftir av dystinum, hildu klaksvíkingar, at rættast var at gevast. HB hevði vunnið dystin og Veðrasteypið ið hvussu var.
Hetta var ein virðiligur gestus frá klaksvíkingum.
Skrúðgonga á Tinghúsvøllin
Tá Jákup var borin av vøllinum og finaludysturin lokin, stillaði alt ítróttafólkið, sum hevði kappast hesa ólavsøkuna, upp í rað á leikvøllinum í Gundadali. Formaðurin í ÍSF Poul Petersen gav teimum vinnandi liðunum og einstaklingunum steyp og heiðursgávur.
Dagblaðið nevndi serliga, at Havnar Tennisfelag sum tað sigrandi í tennisleikunum móti klaksvíkingum fekk eina vakra heiðursgávu, sum Arthur Brend, heilsølumaður í Havn, hevði givið.
Síðani fór alt ítróttafólkið við hornorkestrinum GHM á odda í skrúðgongu oman gjøgnum Havnar gøtur og inn á Tinghúsvøllin, har Andrias Ziska helt røðu fyri ítróttafólkinum, og ítróttastevnan 1940 var endað.
Tað er onki at ivast í, at ólavsøkan 1940 eydnaðist so væl sum ítróttastevna, tí bæði Havnin og Føroyar høvdu júst fingið feløg til at samskipa ítróttin. Í 1939 var Ítróttasamband Føroya stovnað, og í 1940 stovnaðu havnarfeløgini Tórshavnar Ítróttaráð. Bæði liva við sítt fríska lív enn.
Ein av spælarunum hjá HB var Meinhard Andreasen, Meinhard hjá Andriasi hjá Marini. Til sín doyggjandi dag helt hann uppá, at vinnarin av hesi kapping var fyrsti føroyameistarin, tí hetta var fyrsta kapping, sum ÍSF skipaði fyri millum fremstu feløgini í Føroyum.
Líka mikið. Hetta vóru áhugaverdir dagar, og hetta var ein kapping, sum síðani hevur fingið nógva umrøðu, ikki minst orsakað av tí sermerkta veðrahorninum, sum nú hevur trónað í steypagoymsluni hjá Havnar Bóltfelag í samfull sjeyti ár.
---