Leygardagin fáa teir báðir nýggju føroyingarnir í Frem, Andreas Lava Olsen og Bogi Løkin, høvi at royna seg í venjingardysti fyri nýggja felagið, Frem. Hetta sleppa teir saman við Jónas Þór Næs, sum eisini er knýttur at felagnum. Venjingardysturin verður spældur leygardagin, har mótstøðuliðið er Nordvest FC. Á heimasíðuni hjá Frem skriva tey, at spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at gangast nýggju leikarunum. Somuleiðis stendur skrivað, at dysturin verður spældur á graslíki og tað skuldi einans verið ein fyrimunur fyri føroyingarnar. Dysturin byrjar klokkan 10.30, føroyska tíð, og spælt verður á Holbæk Stadion.