Lauren hevur skrivað undir sáttmála í 2 og eitt hálvt ár, og sostatt er hann bundin til Portsmouth fram til summarið 2009. Venjarin hjá Portsmouth, Harry Redknapp, var sera glaður fyri nýggja leikarin. – Lauren er ein sera góður leikari. Hann er sterkur og skjótur, og eg vænti, at hann verður ein sera týðandi leikari fyri okkum. Lauren hevði verið í Arsenal í hálvt sjeynda ár, áðrenn hansara skifti til Portsmouth.