Laudrup til Villa

Síðani Michael Laudrup gavst sum venjari hjá Brøndby, hava nógvar gitingar verið um, hvar hann nú skal vera venjari. Sjálvur hevur Laudrup sagt, at hann ynskir at halda frí í eitt ár, uttan so at okkurt heilt serligt tilboð kemur.

Higartil hevur Laudrup havt frí í ein mánað, men sambært enskum fjølmiðlum er ferian skjótt liðug. Teir vilja vera við, at Laudrup stendur ovast á ynskilistanum hjá Aston Villa saman við skotanum Martin O´Neill.
Aston Villa hevur framman undan tveir danir knýttar at felagnum; verjuleikarann Martin Laursen og málverjan Thomas Sørensen.