- Fólkakirkjan skal vera fyri øll. Hóast fólk velja at fara úr kirkjuni í aðra samkomu, so skulu tey altíð vera væl komin aftur í kirkjuna. Kirkjan skal vera grundstøðið, eisini hjá teimum, sum ikki kenna seg knýtt at nakrari samkomu ella nøkrum andaligum felagsskapi í samfelagnum ? ja, ein kann kanska siga, at kirkjan skal vera eitt "standard-tilboð" til fólkið. Tað sigur Heri Joensen, sóknarprestur í Suðurstroymoyar Vestara Prestagjaldi.
- Tað hevur alstóran týdning, at ein yvirtikin, føroysk fólkakirkja fær henda leiklut í samfelagnum, og tí mugu vit gera okkum greitt, hvat vit vilja við kirkjuni, og hvussu hon skal gjaldast, vísir Heri Joensen á, og leggur afturat, at um føroyingar ikki unna sær at gjalda eitt sindur til kirkjuna, ella ikki hava hjarta fyri tí, so er nógv betur at lata vera við at yvirtaka kirkjuna. Men landskassin skal tó ikki bera allan kostnaðin av eini føroyskari kirkju. Ein partur skal gjaldast av kirkjuskattinum.
Heri Joensen hevur lisið og búð í Íslandi í 10 ár, og síðan hann kom aftur hevur hann fylgt væl við, hvar hendir innan íslendsku kirkjuna. Hann vísir á íslendsku skipanina, sum varð dagførd og broytt síðst í nítiárunum, so hon betur skuldi samsvara við fólksins hugsan um kirkjuna. Í Íslandi hevur kirkjan sjálvræði í málum, sum viðvíkja innaru viðurskiftini í kirkjuni, og ger sjálv av, hvussu hon skipar seg. Heri Joensen metir, at føroyingar eiga at nýta íslendsku kirkjuna og teirra skipan sum fyrimynd fyri føroysku fólkakirkjuni. Hann metir at íslendska samfelagið og leikluturin hjá kirkjuni, kanska serliga í smáu bygdasamfeløgunum, er rættuliga meinlíkur leiklutinum hjá føroysku kirkjuni. Hann vísir á, at hóast Føroyar eru eitt lítið samfelag við einans umleið 45.000 fólkum, hava vit kortini 60 kirkjur, og frá gamlari tíð hevur kirkjan verið ein sera sjónligur og tíðandi partur av samfelagnum.
Landskassin gjalda lønir
Heri Joensen vísir á, at eftir nýggju íslendsku skipanini verður kostnaðurin av fólkakirkjuni býttur millum landskassa og kirkjuskatt, soleiðis at landskassin skal gjalda lønina hjá biskupi, prestunum og starvsfólkunum í umsitingini hjá kirkjuni. Harafturímóti skal kirkjuskatturin fíggja allan rakstur av kirkjum og prestagørðum. Heri Joensen vísir á tríggjar høvuðsorsøkir til, at landskassin skal rinda lønirnar í fólkakirkjuni.
Í søguligum høpi almenna lønin ein kompensatión, ein afturbering, frá tí at jørðin varð tikin frá prestagørðunum, tí fyrr fekk prestur sína løn burtur úr tí, sum jørðin kundi geva. Heri Joensen vísir á, at harumframt gera prestar eitt skrásetingararbeiði fyri tað almenna, t.d. við at føra kirkjubøkur, skriva dóps- og navnabrøv osv. Og fyri tað triðja er kirkjan og prestur partur av eini felags mentan í føroyska samfelagnum. Til dømis verður ofta heitt á prestarnar til ymsar uppgávur, og annað dømi er Ólavsøkuskrúgongan, sum prestarnir eru ein natúrligur partur av, leggur Heri Joensen afturat.
Harafturímóti metir Heri Joensen tað vera eitt gott hugskot, at kirkjuskatturin skal fíggja alt annað virksemið innan kirkjuna enn lønirnar. Hann vísir á, at í Íslandi hevur fólkakirkjan ikki einarætt at fáa kirkjuskatt, sum eins og í Føroyum er 0,3 prosent. Tað stendur øðrum samkomum frítt í boði at taka ímóti kirkjuskatti, og gera tær ikki tað, fer peningurin til annað endamál, nevniliga til íslendska landsbókasavnið.
Kirkjan má ikki loysa frá samfelagnum
Heri Joensen vísir á tídningin av at varðveita fólkakirkjuna sum eitt av fundamentunum í samfelagnum. Hann metir tað vera sera óheppið, um fólkakirkjan gerst ein fríkirkja í føroyska samfelagnum, tí so hevur kirkjan heldur ongar skyldur longur.
- Ein partur av fólkinum vil altíð vera í eini "andaligari grázonu", orsøkirnar kunnu vera fleiri, og eisini hjá teimum er tídningarmikið at vita, at kirkjan altíð er opin fyri teimum. Og tá fólk, sum als ikki hava verið partur av nakrari samkomu, skulu jarðast, verður heitt á kirkjuna, sigur Heri Joensen og leggur afturat, at ein kann siga, at kirkjan er elsti almenni stovnur í Føroyum, og hevur framvegis nógvar tænastur, bæði andaligar og av øðrum slag.