Latið nósarnar fáa frið

Norðlýsið skrivaði fyrr í dag um ein nósa, sum lá niðan fyri húsið hjá Trølla-Pæturi.

Tað vóru dagrøktarar, sum gingu túr við børnunum, sum høvdu borið eyga við nósan og boða Norðlýsinum frá, sum síðani fór á staðið, tók myndir av nósanum og síðani hjálpti honum til havs aftur.

Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum sigur við Norðlýsið at í seinastu viku ringdi ein kona úr Dali at boða frá um ein nósa, sum var komin á land har.

Tað er ikki óvanligt, at nósar síggjast á landi hesa ársins tíð. 

- Eftir at opnan, tað er mamman, hevur føtt teir, letur hon teir liggja uppi á landi í einar tríggjar vikur. Hon kemur so til nósan av og á og gevur honum at súgva sera feitu mjólk sína. Vanliga sigur man at nósin livir soleiðis uppi á landi sínar fyrstu tríggjar vikur. Í meðal verður roknað við, at opnan gevur nósanum at súgva í 18 dagar. Tá er nósin komin somikið væl fyri seg, at hann kann klára seg sjálvan og fer á sjógv. Tað sæst á skinninum, at hann er við at missa ullina, skrivar Norðlýsið.

- Latið nósarnar fáa frið, sigur Bjarni Mikkelsen at enda, teir eru føddir at vera í havinum. Tað einasta teir hava brúk fyri landinum til, er tá teir skulu hava hvølpar, annars kunnu teir liva alt lívið á sjónum. Tað at nósarnir koma upp á land hesa tíðina er bert ein partur av náttúruni, sum vit ikki skulu órógvað ov nógv. Tó so, liggja teir kanska til ampa, so er at fáa teir á sjógv aftur, so teir kunnu leggja seg eitt hóskiligari stað, hava teir brúk fyri tí, sigur Bjarni Mikkelsen við Noðlýsið og heitir á fólk um at ansa sær, tí kópurin hevur hvassar tenn, er ómetaliga kvikur og at varandi skaði kann standast av einum kópabiti.

 

Fleiri myndir av nósanum eru at síggja á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.