Latið SEV fáa arbeiðsfrið “and the answer, my friend, is blowing in the wind”...

Johan Mortensen, valevni hjá Tjóðveldi
------





So sang Bob á sinni. Tað er hugaligt at síggja tær nýggju Enercon vindmyllurnar sum SEV nú hevur sett upp inn a Eystnesi. Næsti stigið hjá teimum verður at seta upp 11 vindmyllur í Húsahaganum og eru vit tá veruliga komin eitt risastig nærri burðardyggari og grønari orku. Havnar Kommuna og vit øll eiga at vera errin av SEV sum nú veruliga verður grøna lokomitivið í Føroyum.

Høgi oljuprísurin, sum bara fer at hæðka, hevur kvørkratak á okkum og tí má ferð verða sett á kanningar fyri at menna aðrar orkukeldur og er her sjóarfallsorkan eyðsýnd. Leysligar metingar vísa at megin og potentiali í Vestmannasundi, Skopunarfirði og Lorvíksfirði er mangan ferðir okkara tørv og vænti eg at um eini 10 ár verða Føroyar orkuúflytarar, eins og í Orkney har ídag 250 nýggj størv er knýtt at teirra sjóarfallsorkuprojektum og verkætlanum. Eisini sera áhugavert er projektið hjá Articon á Boðanesheiminum sum fer at verða upphitað av sjógvi !

Tórshavnar Kommuna eigur eisini at fara at nýta wood pellets og biomassa í skúlum, hallum og svimjihallum.. Hesi eru munandi bíligari og burðadyggari brennievnir enn olja.

Kommunan skal eggja til og stuðla fólki at fáa sær sólcellur í nógv størri mun enn hagartil.

Havnin skal verða grøn og burðardygg hvat orku viðvíkir og vil eg gera mítt á hesum øki !