Jan Müller
Millum gestirnar í Müllers Pakkhúsi, tá NORA skipaði fyri samkomu í sambandi við verkætlanina ?Fornmat?, var eisini Leivur Hansen, býráðsformaður. Sjálvur var hann rættiliga ovfarin av, hvussu væl hølini egnaðu seg til slíka samkomu.
Tað er býráðið, sum eigur pakkhúsið, ið er eitt av teimum gomlu húsunum í Havn. Húsini eru frá slupptíðini og høvdu stóran týdning fyri býin tann tíð tað var.
Síðani er ein stórur partur av hesum stóra bygninginum umvældur. M.a. hava ung í ?Ung í arbeiði-tiltakinum? staðið fyri arbeiðinum. Eisini hevur Lions felagsskapurin latið stuðul til arbeiðið uppá 80.000 kr. Hetta varð gjørt við tí fyri eygað at gera húsini til eitt sjósavn og býarsavn.
Leivur Hansen vísir á, at møguleikarnir at brúka húsini til ymisk endamál eru stórir, tí tey eru í trimum hæddum og hvør hæddin er meira spennandi enn onnur.
Býráðsformaðurin vísir á, at býráðið enn ikki hevur nakrar veruligar ætlanir um, hvat húsið skal hýsa ella brúkast til í framtíðini, tá tað einaferð er liðugt umvælt og innrættað. Soleingi sum húsið ikki er liðugt umvælt og innrættað, so ræður býráðið yvir tí. Miðjað verður móti at seta pengar av á fíggjarætlanini í 3-4 ár, soleiðis at húsið kann setast í stand.
Lions hevur sum er havt nakrar bátar og ymsar fornlutir standandi í húsunum og vórðu hesir tiknir út, tá borðreiðast skuldi í niðastu hæddini til nettup tiltakið ?Fornmatur?. Býráðsformaðurin sigur, at tað enn ikki er tikin nøkur avgerð um, hvat húsini skulu brúkast til, tá tey standa heilt klár. Tað er nakað, sum støða skal takast til.
Leivur Hansen sigur, at øll eru vælkomin við hugskotum um, hvat húsið kann brúkast til. Men hann heldur húsið verða so ríkt bæði so og so, at almenningurin skal hava møguleika at brúka tað hvønn dag.
Uppá fyrispurning um partur av húsinum kundu verið móttøkuhøli hjá býráðnum og kanska øðrum myndugleikum eisini sigur Leivur Hansen, at býráðið hevur eitt frálíkt móttøkuhús sum er, men heldur tó, at niðasta hæddin í Müllers pakkhúsi hevði eisini verið vælegnað til móttøku og annars til okkurt, sum líkist eini matstovu.
-Vit skulu undir øllum umstøðum varðveita Müllers pakkhús og bryggjuna har og royna at hava bæði Norðlýsið og Westward Ho liggjandi við bryggjuna. Hetta er eitt so mikið hugnaligt umhvørvi, at tað er bara hugflogið, sum setir mark fyri, hvat hetta økið kann brúkast til, og tí haldi eg tað skal standa opið enn.
-Sjósavn?
-Møguliga kombinerað við okkurt annað. Men tað er sum sagt eingin avgerð tikin til tað, so eg haldi vit øll skulu fara at spæla okkum við teimum tankum, sum vit hava um hetta økið og sjálvandi við tí fyri eygað at fáa sum mest burtur úr húsinum.
Leivur Hansen vísir á, at nú verður gamla hospitalið flutt í grannalagið og brúkt sum savn. Hetta økið kann so alt sum tað er gerast ein mentanardepil aftrat í Havnini.