Latið ikki søguna um New Foundlandstoskin endurtaka seg í Føroyum

Føroyar hava alt tað, sum mær dámdi so væl við New Foundlandi, tað verið seg vøkru náttúruna og dámliga fólkið. Men ein munur er so tann, tøkk Gud fyri tað, at tit enn hava tosk á grunnunum.

Toskurin hvarv á grunnunum út fyri New Foundland fyri nógvum árum síðani og er ikki komin fyri seg. Bera føroyingar seg rætt at, fara tit at varðveita toskin til allar tíðir. Heimurin hevur brúk fyri at læra av mistøkum og skeivum avgerðum framdar av myndugleikum, vinnuni oø. ymsa staðni í heiminum við atliti til alt livandi í havinum sigur Jake Rice, granskari og stjóri í vísindaliga ráðgevarastovninum fyri ráðharrastovuna fyri fiskivinnu og havfrøði í Kanada.

Fiskur og umhvørvi

Herfyri var seminar (workshop) í Havn, har granskarar - fiskifrøðingar og havfrøðingar úr nógvum - londum hittust at tosa um umhvørvi, vistfrøði, náttúru og tilfeingi í havinum. Millum luttakararnar var ein hin fremsti og mest virdi fiski- og havfrøðingurin í Kanada, Jake Rice. Sosialurin prátaði við hann, áðrenn hann fór av aftur landinum. Hann er stjóri í vísindaliga ráðgevarastovninum fyri ráðharrastovuna fyri fiskivinnu og havfrøði í Kanada. Hann hevur arbeitt við havfrøðiligum ogf vistfrøðiligum spurningum og fiskarímálum í meira enn 20 ár. Ta mesta av tíðini hevur hann arbeitt saman við ICES.

Lærið av mistøkum hjá øðrum
Hetta er fyrstu ferð hann er í Føroyum og sigur seg vera sera hugtiknan av oyggjunum og umhvørvinum her. -Eg búði í New Foundlandi í 15 ár. Føroyar hava alt tað, sum mær dámdi so væl við New Foundlandi, tað verið seg vøkru náttúruna og dámliga fólkið. Men ein munur er so tann, tøkk Gud fyri tað, at tit enn hava tosk á grunnunum. Toskurin hvarv á grunnunum út fyri New Foundland fyri nógvum árum síðani sigur Jake Rice. Bera føroyingar seg rætt at, og tað vónar hann, so fara vit at varðveita toskin til allar tíðir. Heimurin hevur brúk fyri at læra av mistøkum og skeivum avgerðum framdar av myndugleikum, vinnuni oø. ymsa staðni í heiminum við atliti til alt livandi í havinum.

-Men er trupulleikin ikki nettupp tann, at vit tykjast ikki vilja læra av mistøkum og feilum hjá øðrum ella fyri tað hjá okkum sjálvum?

-Vit sýnast at vera ímóti at taka við læru frá øðrum. Tann sannroynd, at vit taka stórar váðar við okkara endurnýggjandi tilfeingi er ein trupulleiki, sum plágar fiskarí um allan heim, antin tú tosar um eitt lítið pláss sum Føroyar ella tú tosar um eitt land so stórt sum Kanada. Hvar enn fiskivinna hevur stóran týdning fyri búskapin lúrir trýstið at átaka sær ov stórar váðar ? at gera ov nógv av.

-Tað var ein vanlukka fyri New Foundland, tá toskurin hvarv, og tað er framvegis ein vanlukka. Veiðan eftir alternativum fiskasløgum bøtti nakað um avleiðingarnar av, at toskurin heilt hvarv, men tað eru framvegis túsundtals fólk, ið fyrr livdu av toskaveiðuni, sum framvegis ikki hava nakra serliga inntøku. Og útlitini fyri at stovnarnir koma fyri seg aftur eru framvegis ring.

Jake Rice sigur víðari, at tað, sum hendi í New Foundlandi, kann henda alla staðni í verðini. Um tú ikki tekur undir við góðari gransking og fyrisiting og leiðslu, og hesi ikki arbeiða saman við fiskivinnuni, so kann tann sama vanlukkan henda alla aðrastaðni í verðini.

-Men hvussu kann eitt lítið samfelag sum tað føroyska forða fyri, at søgan í New Foundlandi ikki endurtekur seg?

-Um eg skal taka nakað fram frá tí , sum hendi har, so er tað at lurta eftir teimum pessimistisku signalunum - at vera varin. Um tað hendir, at nøkur svartskygd signal eru skeiv og stovnarnir eru betri fyri enn metingarnar hava víst, so verður fiskur at veiða næsta árið - men um pessimistisku signalini eru røtt og tú ikki er vísur í tí og heldur teg kunna veiða enn eitt ár sum vanligt, tá er grundarlag fyri álvarsligum trupulleikum.

Tí vil eg siga, at tað hevur alstóran týdning, at vinnan stuðlar teimum leiðandi og stýrandi og tess vísindaliga parti við øllum neyðugum upplýsingum, sum kunnu gera, at hesi megna at gera sítt arbeiði nóg væl. Og síðani at reagera skjótt uppá negativ tekin. Har eru tvey mistøk tú kanst gera. Tað kann vera, at negativu tekini frá stovnunum er falskur alarmur. Men lurta eftir teimum, ver so varin við fiskiskapinum í eina tíð og finn so út av, um tað var skeivur alarmur.

Vistskipanin hevur tað gott. Nokk er til av fiski. Tú hevur eitt ár við minni fongi enn tú hevði brúk fyri - enn tað sum hevði verið møguligt. Men tú kanst fara aftur og reka eina sunna veiðu.

Men yvirhoyrir tú hesi tekin og signal - um tú ignorerar tey - og tey eru røtt kortini, og tú heldur fram við at fiska, so kann skaðin tú ger taka fleiri ár sum í New Foundlandi, har toskurin hevur verið burturi í 10 ár. Og í dag er stovnurin bert 2-3% av tí søguligu støddini.

Góðir granskarar
-Nú tú hevur arbeitt hjá ICES kennir tú eisini til føroysku fiskivinnuna og teir spurningar, sum her verða umrøddir. Heldur tú okkara politikarar lurta nóg nógv eftir fiskifrøðingunum?

-Eg havi ikki nóg nógva vitan til at kunna svara tí. Men við at vera í ICES síggi eg granskararnar, sum arbeiða við hesum spurningum. Eg kann siga, at eg eri sera væl nøgdur við tað, sum kemur frá granskarunum í øllum Norðurlondum, harímillum Føroyum. Hesi fólkini eru sera høgt vird av teirra altjóða starvsfeløgum. Hetta eru vitandi fólk.

Tað er ein vanlukka fyri ICES - og skal eg viðganga, at eg kenni betur til støðuna í Norðsjónum enn hana í føroyska økinum - at dygdin í tí tilfarinum, sum teir skulu arbeiða við, er so óálítandi. Tað kann vera heilt øðrvísi í Føroyum. Og tað vóni eg, at tað er. Men har stovnsmetingar og vísindaligu eftirmetingarnar av stovnunum eru mest miseydnaðar, er har man hevur havt sera óálítandi upplýsingar um, hvat er veitt, hvar fiskiflotin hevur fiskað osfr. Um man fær óálítandi upplýsingar, so kunnu ikki teir bestu granskararnir í heiminum gera góðar stovnsmetingar. Tað kunnu teir ikki uttan rættar upplýsingar og góð ráð.

Minnir um Kanda
-Í Føroyum hava vit ta støðu, at granskararnir tvs. fiskifrøðingar oo. hava biðið politikararnar vísa varsemi og at minka eitt sindur um veiðuna, tí tað kann gagna framtíðar fiskiskapinum, men har tað verður svarað, at nokk er til og tí er eingin orsøk til at minka um veiðuna?

-Hatta minnir nógv um tað, sum er hendi í Kanada fyri 10 til 12 árum síðani. Lat meg tó undirstrika: eg havi verið so stutt í Føroyum, at eg kann ikki siga, at politikararnir eru skeivir, og at granskararnir hava rætt ella skeivt ella fiskimenninir eru á rættari leið. Granskararnir eg havi møtt á míni vitjan í Føroyum eru sera góðir og taka framtíðina hjá Føroyum í størsta álvara. Eg eri veruliga hugtikin av, hvussu nógvar kenslur teir hava fyri sínum føðilandi. Eg eri vísur í, at teir arbeiða fyri, at tað skal ganga føðilandinum væl uppá longri sikt eisini sigur Rice og heldur fram:

-Hevði tað verið mín uppgáva, so hevði eg lurtað eftir teimum. Eg hevði heldur viljað átikið mær eitt sindur trongari kor uppá stytri sikt fyri at vera vísur í, at tað liggur skilagóð veiða fyri framman uppá longri sikt - enn at keypa eitt sindur meira av tíð og hava nøkur fá ár við góðum fiskiskapi. Fyri bert at finna út at, at tað, sum hendir í New Foundlandi, hendir her, har tú skal standa í óvissuni í 10,12 til 15 ár, sum er tann tíð fiskimenn í New Foundlandi hava bíðað eftir toskinum.

Føroyska vistskipanin ymisk
-Hvat hendi í New Foundlandi?
-Tað, sum hendi hjá okkum, var nakað, sum kann henda allastaðni, har eitt samfelag er so nógv bundið at fiskivinnu og vistskipanum, sum broytast nógv.

Og alt, sum eg havi hoyrt á hesi ráðstevnu í Føroyum, sigur mær, at tykkara vistskipan rundan um Føroyar er sera ymisk. At tit hava prosessir, ið eru riknar av hita í havinum og heimsveðurlagnum sjálvum, sum ger tað ómøguligt fyri sjálvt tann besta leiðaran
og tann mest seriøsa fiskimannin í heiminum at halda alt líka alla tíðina. Tað vilja henda broytingar og hvussu tú reagerar uppá ymiskleikan er sera týdningarmikið fyri, hvørja framtíð tú fer at fáa.

-Eru nøkur ávaringartekin í føroysku vistskipanini í sambandi við framleiðslu av eitt nú føði til fiskin?

-Einki, sum eg havi hoyrt á ráðstevnuni fær meg at siga, at tað er alarmerandi. Tann stóra minkingin seinast í 80-unum og tað at stovnarnir komu so skjótt fyri seg aftur í byrjanini av 90-unum er tó alarmerandi fyri meg soleiðis at skilja, at vistskipaninar kunnu broytast skjótt. Tá tú hevur eina stóra niðurgongd og stovnarnar koma fyri seg aftur so skjótt, sigur tað mær so mikið sum, at næstu ferð tú fer at fáa eina slíka niðurgongd, fer tú ikki at síggja eina eins skjóta endurreisn. Einki eg havi sæð í Føroyum fær meg at halda, at vistskipanin er so sterk, at ein niðurgongd í framleiðslu uppá stutta tíð er nakað, sum bara hendir og sum man kann síggja burtur frá, tí tað nokk av sær sjálvum fer at koma aftur uppá pláss.

Allar vistskipanir í heiminum eru nakað fyri seg, hava síni sereyðkenni eins og tey fólkini, sum liva í umhvørvinum. T.d. eru Føroya Banki og landgrunnurin (The Faroe Plateau) serstakliga áhugaverd, tí tey sýnast tá einum marknamóti millum tríggjar ymiskar og stórar havfrøðiligar vistskipanir, tann heita atlantssjógvin úr suðri og eystri, Noskahavið og íslendska sjógvin og Irmingarhavið. Hvussu hesar tríggjar renna saman við Føroyar ger hetta plássið sera serskilt samanborið við aðrar havfrøðiliga vistskipanir eg havi hugt at. Hesin veruleik ger Føroyaøkið til eitt sera hugvekjandi pláss at granska dynamikkin. Men hesin veruleiki ger eisini Føroyaøiið sera viðbrekið fyri broytingum - ikki orsakað av vánaligari leiðslu og stýring men orsakað av the dynamikkinum í teimum náttúrligu vistskipanunum.

Jake Rice sigur víðari, at tað vit síggja globalt eru meira viðgongdar broytingar og ymiskleikar, verðurbroytingar á stóru landaøkjunum føra til turrari ella vátari veður. Her í havfrøðiligum vistskipanum sýnist ymiskleikin at vera minni ella meiri. Tað setir stór krøv til leiðslur, granskarar og fiskimenn. Um vit ikki í felag taka henda ymiskleikan í størri álvara, so kann vandi vera á ferð.

Jake Rice sigur, at førysku granskararnir eru ikki lidnir við at gera sínar analysur av støðuni í vistskipanini kring Føroyar - fyri at kenna tær broytingar, sum hava verið í 2002. Men hetta sýnist sum eitt ár, har nakað heilt stórt ella álvarsligt er við at henda. Um tað er tað sama, sum hendi seinast í 80-unum og fyrst í 90-unum veit hann ikki. (Samrøðan varð gjørd, áðrenn tað herfyri kom fram, at gróðurin kring Føroyar er nógv minkandi, blaðm.)

-Hvørji góð ráð hevur tú til føroyingar?

-Eg haldi, at fiskimenn hava fleiri góð ráð at geva mær enn eg teimum. Tað eg plagi at siga við allar fiskimenn og myndugleikar er: fyri tykkara egnu og samfelagsins skuld gevið røtt og ærlig tøl upp fyri, hvat tit fiska og gera. Tess rættari upplýsingarnir eru, sum tit kunnu geva til granskararnar, tess neyvari kunnu tey fólkini hjálpa tykkum við at heysta tað, sum tilfeingi loyvir. Tøkni er ikki altíð tín vinur. Vit hava ikki brúk fyri at veiða skjótari. Vit eru so avgjørt før fyri at veiða tað, sum vistskipanin kann framleiða júst nú. Um tøkni hjálpir tær at spara pening so er tað frálíkt. Men um tøkni bara hjálpir tær at veiða fisk skjótari, so merkir tað bara, tað verða færri fiskidagar, tá kvoturnar eru uppi.

Einki galið við troli
-Hvat heldur Rice um fiskireiðsskap og avleiðingar fyri stovnarnar?

-Tað eru alsamt fleiri fólk, sum siga, at trol ol. er vánalig tøkni. Eg eru púra ósamdur. Eg haldi, at trolvinnan hevur ein týðandi leiklut. Eg veit frá mínum royndum í Kanada, bæði frá Atlantshavinum og Kyrrahavinum, at fólk, sum arbeiða í trolvinnuni, kenna seg eins forpliktað til at varðveita fiskastovnarnar sum tey umborð á teimum smærri fiskiførunum. Allir fiskimenn vita, at tilfeingi er nakað, sum teir skulu býta. Tað er ein sosial, mentanarlig og búskaparlig avgerð, sum eitthvørt samfelag hevur rætt til at taka, hvussu úrtøkan frá fiskivinnuni skal býtast millum tey ymsu sløgini av fiskireiðskapi og skipum. Men hevur man ein fiskivinnumyndugleika, sum ikki kennir seg bundnan og pliktaðan committed til góða stovnsrøkt og varðveitan og ein sunna framtíð fyri øll, so hava vit ein stóran trupulleika. Men er tann góða stovnrøktin í huganum, so vil tað vera pláss fyri øllum, men tá er avgerandi at vita, hvat samfelagið vil. Biologiin nýtist ikki at hava svarið uppá, hvør reiðskapur er tann besti.

Yvirkapasitetur størsti fíggindin
-Hvør er tá ringasti fíggindin í dag hjá einum sunnum fiskiskapi, góðari stovnsrøkt og einum góðari og sunnari vistskipan sum tí kring Føroyar?

-Tann ringasti fíggingin í altjóða høpi er yvirkapasitetur - tann sannroynd at vit hava nógv betri umstøður at veiða enn vistskipanin kann framleiða. Tað er ein avbjóðing til allar stjórnir kring heimin, hvat tú gevur loyvi til, tá tú hevur fleiri fólk, sum eru før fyri at veiða, enn tað er neyðugt fyri at fáa fatur á fiskinum. Tað er tann størsta einastaka hóttanin í dag móti fiskastovunum og vistskipanini.

Aðrir vandar eru viðurskifti, sum ein hevur torført við at forútsíggja, sum eitt nú umhvørvi. Tað kanst tú einki gera við. Og so er tað eisini tann sannroynd, um tey, sum ganga heilhjartað inn fyri skilagóðari stovnsrøkt, eru nóg sterk. Eg veit ikki, hvussu føroyingar megna hetta í smálutum men veit, at tit eru farnir nógv longri enn onnur lond við at ganga heilhjartað inn fyri ábyrgdarfullari veiðu. So eg trúgvi, at aðrir partar av verðini hava nógv at læra av føroyingum.

Svartskygdur um gongdina
Ber Rice ótta fyri framtíðini hjá fiskastovunum kring heimin?

-Eg eri svartskygdur viðvíkjandi allari fiskiveiðu í heiminum. Í einum stað sum Føroyum, har reglurnar fyri veiðu eru greiðar og har fiskiveiðimyndugleikin eisini er greiður, havi eg góðar vónir um, at tit megna at finna tykkara loysnir, sum byggja á skilagóða stovnsrøkt.

Hann hevur tó ilt at fáa eyga á loysnir í altjóða høpi, har tað t.d. eru fleiri tjóðir, ið mugu vera við til tess at fremja góða stovnsrøkt.

-Hvønn týdning hava so slíkir arbeiðsdagarnir í Havn fyri veiðu og stovnsrøkt spurdu vit Jake Rice, sum bert var ein av fleiri útlendskum og føroyskum fyrilestrarhaldarum á seminarinum í Nóatúni í september!

-Stóran. Vistskipanin við Føroyar er soleiðis háttað, at tú her hevur øll liðini, sum granskarar hava brúk fyri at arbeiða við, saman. Tað eru viðurskifti aðrastaðni, sum kunnu yvirførast til hetta økið. Men her kanst tú arbeiða í eini innilokaðari skipan við Føroya Banka og landgrunninum, nakað, sum ikki er møguligt í nógvum øðrum pørtum av heiminum. Tí vil umheimurin verða sera hugaður fyri at vita, hvussu viðurskiftini eru her, um tað samtíðis kann læra onnur at fyrihalda seg til størri vistskipanir. Eitt annað, sum útlendskir granskarar hava stóran áhuga í, er at vita meira um eru tær stóru broytingarnar, sum hava verið og eru, her serstakliga orsakað av broytingum í havumhvørvinum sum heild. So vit hava vónir um at kunna finna fram til svar nettupp í einum so avmarkaðum øki.

Føroyaøkið er kanska tað besta plássið í heiminum at granska í: hvussu havumhørvið broytist og ávirkar fiskastovnar og fiskiveiðu ? fyri síðani at kunna brúka hesa vitan í øðrum pørtum av heiminum.

Rice heldur, at altjóðageringin av gransking - har tað t.d. fyri 20 árum síðani ikki vildi verið hugsandi at lagt stóra ráðstevnu í t.d. Føroyum - ger, at eitt nú Føroyar høvdu kunnað verið ein miðdepil fyri gransking av vistskipanum í havinum og fiskastovnum. Og orsakað av manglandi forstáilsi millum havumhvørvi og fiskastovnarnar - fyri fiskivinnu bæði Norðuratlantshavi og í Suðuratlantshavi og sama við Kyrrahavinum, so kundu Føroyar verið ein miðdepil, ein rannsóknarstovu fyri nettupp hetta slag av gransking.