Latið heldur børnini fáa pengarnar

Heldur fleiri pedagogar enn eina umsiting afturat, heldur minnilutin í Tórshavnar býráð

– Tað er merkisvert, at meirilutin í Tórshavnar Býráð, heldur vil hava eina nýggja umsiting afturat enn at seta fleiri pedagogar í starv fyri at bøta um barnaansingina.

Tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnr Býráð.

Meirilutin í Tórshavnar Býráð ætlar at leggja allar dagstovnarnar í kommununi, sum eru næstan 40 í tali, saman í fimm eindir. Hvør eind skal so hava ein leiðara, sum verður oman fyri leiðararnar á teimum ymsu stovnunum.

 

Les eisini: Stórar broytingar á veg í barnaansingini í Havn

 

Tróndur Sigurðsson sigur, at hetta fer at kosta 3,5 milliónir krónur, og hann heldur, at pengarnir høvdu verið nógv betri farnir, vórðu teir heldur játtaðir til at seta fleiri pedagogar í starv.

– Vit halda ikki at tað er rætt at gera ein yvirbygning afturat á ansingarøkinum, heldur enn at játta pengarnar til børnini, leggur hann afturat.

Hann leggur afturat, at allar royndir vísa, at staðbundin leiðsla er einasta gongda leiðin, tí fjarleiðslur rigga ikki.

Tróndur Sigurðsson sigur, at ætlanin var at avgreiða hetta innanhýsis í býráðnum. Men sjálvur heldur hann, at tað er neyðugt at fáa eitt orðaskifti um hetta málið og tí hevur hann nú kravt at fáa málið til almenna umrøðu í býráðnum.

Heldur ikki Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, tekur undir við ætlanini um at leggja dagstovnarnar saman.

Í hesum føri fara pengarnar fara til umsiting, ístaðin fyri at gera mun í hvørjum stovni sær, staðfestir hann.

Hann sigur, at ein avleiðing av hesum er, at nú skulu leiðararnir á hvørjum stovni sær, brúka tíð og orku upp á at fóðra ein eindaleiðara við upplýsinum um stovnum. Og avleiðingin av tí er so aftur, at leiðarin á dagstovninum fer ikki at fáa meiri tíð til nakað námsfrøðiligt arbeiði.

Annfinn Brekkstein heldur, at gongda leiðin er at minka um umsitingina og at seta fleiri pedagogar ístaðin.