Lata sera væl at skurðinum í Stóru Dímun

Á Dímunargarði lata tey sera væl at bæði skurði og grøði í ár. Seyðurin er grundarlagið undir garðinum, men sum árini eru gingin, eru tey eisini fara at velta meira grøði í oynni.

 

Áseyðatalið í Stóru Dímun liggur um 450, og eins og aðrastaðni liggur seyðurin á oynni í fylgjum. Størsta gongan telur einar 140 ær, og hin minsta telur 60. Um seyðin í Stóru Dímun verður sagt, at hann er ikki av teimum størstu í Føroyum, men hann er kjøtríkur. 

 

Hevur tú stóran seyð, hevur seyðurin eisini stóra beinagrind, og helst minnir seyðurin í Stóru Dímun um seyðin í Sandoynni í stødd.

 

Stóra Dímun er væl vallað og hevur gott bit, og soleiðis hevur seyðurin í oynni tað eisini gott í haganum alt árið. Jógvan Jón Petersen, sum er giftur Evu úr Dímun, sigur, at kavi legst næstan ikki í Stóru Dímun. Tað vanliga er, at kavin fýkur burtur aftur, men liggur eitt lítið sindur av kava, hvørvur hann sum oftast aftur beinanvegin, tá sólin sær.

 

Seyðurin er størsta inntøkukeldan hjá garðinum í oynni, og her hava tey havt at kalla somu keyparar til alt seyðakjøtið gjøgnum mong ár.

 

- Sum eg havi skilt, hava onkur húski keypt kjøt av garðinum í næstan seksti ár. Tað merkir, at talan í onkrum føri er um meira enn tað eina ættarliðið í sama húski, sum hevur keypt kjøt úr Stóru Dímun, sigur Jógvan Jón Petersen, sum vísir á, at tá eitt ættarlið fall frá, tók hitt næsta við.

 

Soleiðis hevur Dímunargarður havt fleiri av somu keyparum gjøgnum meira enn eina hálva øld. Sjálvandi er onkur keypari fallin frá, og onkur nýggjur er komin aftrat, sum árini eru liðin, men síðan Eva og Jógvan Jón byrjaðu at reka garðin, hevur eingin trupulleiki verið at sloppið av við seyðakjøtið. 

 

Jógvan Jón Petersen sigur, at tey vanliga fletta einar 400 til 420 seyðir í oynni um heystarnar. Tá vit frættu úr Stóru Dímun fyri nøkrum døgum síðan, vóru tey mest sum liðug á fjalli, og tey lata væl at skurðinum í heyst, sum hevur verið yvir miðal og sera góður. 

 

Umframt seyðakjøtið, plaga tey á Dímunargarði eisini at slakta eini fimm til seks ungneyt um árið og tað, sum verður selt av hesum, gongur eisini sera væl.

 

Gamalt var, at epli skuldu ikki veksa so væl í Stóru Dímun, men síðan Jógvan Jón og Eva byrjaðu at reka garðin, hava tey gjørt nógv burtur úr at velta røtur, og tað hevur riggað óføra væl. Tey byrjaðu í smáum og hava so vaksið um grøðina, sum árini eru gingin.

 

##med2##

 

- Vit velta eisini epli til húsbrúks, og eg vil siga, at eftir at vit hava ráðført okkum við Ottar Hentze, bónda á Uttastovugarði í Trøðum á Sandi, sum sjálvur veltur nógv epli og annað grønmeti, hevur tað bara eydnast rímiliga væl við eplum eisini.

 

Hann sigur, at tey hava fresað jørðina, soleiðis at moldin er meira leys og luftig, og seinastu tvey árini hevur tað bara eydnast heilt væl við eplum eisini. Men, tað eru ikki eplini, sum tey á Dímunargarði hava lagt seg eftir at velta í stórum nøgdum. Eplini verða bara velt til húsbrúks.

 

Jógvan Jón Petersen vísir á, at tey á Dímunargarði gera nógv burtur úr at velta røtur, og her er tað serliga hvíta mai og kálrót, sum tey gera nógv við. Tey velta eisini grønkál og sonevndar kina radisur, sum eru stórar hvítar og avlangar røtur, ið eru góðar til súpan og annað. 

 

- Alt seyðakjøtið á Dímunargarði longu er umbiðið, men vit eiga nógvar røtur eftir, og hesar eru eisini at fáa til keyps í fleiri handlum kring um í Føroyum, eins og tær kunnu bíleggjast við at ringja á garðin, og síðan verða tær sendar av oynni við tyrlu.