Lata fyrstu loyvini í september

Stórur áhugi tykist vera fyri at fáa hendur á útbjóðingartilfarinum til 1. útbjóðing. Landsstýrið móti móti at lata fyrstu loyvini í september í ár. Oljufeløg hava nú tríggjar mánaðir til at gera umsóknirnar

Jan Müller


Stórur áhugi er fyri fyrstu føroysku útbjóðingini skal pulsurin takast í sjálvum hjartanum hjá føroysku oljumyndugleikunum, skrivstovuni hjá Oljumálastýrinum. Har er gravgangur eftir faldaranum, sum er vorðin prentaður í sambandi við útbjóðingina.

Oljumálastýrið hevur fyrireikað seg væl til hesa einu so týðandi hending í føroysku oljusøguni, nevniliga fyrstu útbjóðingini til leiting á landgrunninum. Prentaður er ein faldari bæði á føroyskum og enskum og verður hesin nú sendur út í allar ættir - út til fleiri av teimum stóru altjóða oljufeløgunum. Eisini verða lýsingar settar í kend útlendsk oljubløð og ávísir so sum Uppstream og The Financial Times.

Í faldaranum bjóðar Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum oljufeløgunum vælkomnum til fyrsta útbjóðingartilfar.

Síðani er prentað lýsing eftir umsóknum um loyvi til oljuleiting. Oljumálastýrið sigur í tíðindaskrivi, at endamálið við útbjóðingarumfarinum er at tryggja, at føroyski landgrunnurin verður kannaður nágreiniliga, og vónin er at staðfesta kolvetni í slíkum nøgdum, at framleiðsla spyrst burturúr.

Tá loyvi verða veitt, verður dentur lagdur á arbeiðsskránna hjá umsøkjaranum, t.e. hvørjar kanningar, ið umsøkjarin ætlar at gera á loyvisøkinum. Somuleiðis verður dentur lagdur á, at føroyskar fyritøkur fáa veruligan møguleika at taka lut í virkseminum, soleiðis at leiting eftir olju kann fjøltátta føroysku vinnuna.

Í útbjóðingartilfarinum er eisini tikin hædd fyri at gera oljufeløgunum greitt, at føroyskir myndugleikar leggja dent á, at virksemi ikki verður miðsavnað men spjatt kring landið.

Útbjóðaða økið, ið liggur eystan fyri og í ein landssynning úr Føroyum, er umleið 14.000 ferkilometrar til støddar og fevnir um 56 heilar teigar og 26 partteigar.

Umsóknarfreistin er sett til 17. mai 2000 kl. 12. Landsstyrismaðurin í oljumálum miðar eftir at veita loyvi í september 2000.

Útbjóðingartilfarið og løgtingslógin um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum fáast við at venda sær til Oljumálastýrið. Tilfarið liggur eisini á heimasíðuni hjá Oljumálastýrinum á ?http://www.oms.fo? www.oms.fo