Lata fiskastykkið yvir við Strond upp í dag

Í dag letur fyrsti partur av Fiskastykkinum upp fyri almenninginum

 

Tórshavnar kommuna skrivar, at arbeiðið at umvæla og skipa fiskastykkið Yviri við Strond er nú komið so langt áleiðis, at fyrsti partur nú kann takast í brúk.

 

Hetta fiskastykkið, sum Johannes í Stórustovu virkaði á frá seinast í 1920'unum til síðst í 1930'unum er helst einasta heila fiskastykki, sum er eftir í Havnini, og verður tað nú gjørt atkomuligt fyri almenninginum.

 

Nú klokkan 11 letur fyrsti partur av Fiskastykkinum upp fyri almenninginum.