Lata eina tímaløn í menningarhjálp

Ein tími um árið er ein hjálparfelagsskapur, sum savnar eina tímaløn inn um árið frá fólki, sum kunnu liva uttan eina tímaløn.

Ein tími um árið er ein hjálparfelagsskapur, sum savnar eina tímaløn inn um árið frá fólki, sum kunnu liva uttan eina tímaløn. Tímalønirnar fara hvørt ár til aðrar hjálparfelagskapir, felagsskapir, ið føroyingar onkursvegna eru ein partur av. 

 

Í ár fara tímalønirnar til Neyðhjálparbussin, sum millum annað arbeiðir við einum suppukøki í Moldova, sum er einasta u-land í Evropa og sum er nógv tað fátækasta landið á okkara leiðum.

 

Tí er tiltakið í ár skipað soleiðis, at tey, ið ynskja at hjálpa, kunnu keypa supputallerkar, tað vil siga at tú keypir supputallerkarnar, men tað eru tey fátøku børnini, sum fáa matin.

 

Áður hevur Ein tími um árið latið tímalønir til Tekniska Skúla, sum var ein hjálpartúr í Rumenia, til børn hjá ABC barnahjálp, sum tekur sær av foreldraleysum børnum í Liberia og til eina ommu við 6 ommubørnum í Kambodja. 

 

Peningurin fer óskerdur til suppukøkin í Moldova. Í honum fáa okkurt um 40 børn heitan mat og samfelag fleiri ferðir um vikuna. 

 

Seinasta freist at lata eina tímaløn er í dag, 31. mai. Tímalønin kann latast á www.eintimi.com.