Tá vit gingu umborð á flogfarið, fullu ársins fyrstu kavaflykrur á okkum. Køld og bleik settu vit okkum í flogfarið saman við 410 øðrum ferðafólkum. Øll í sama ørindi – at koma burtur frá kuldanum eitt bil, og vónandi verða væl úthvíld, tá leiðin gongur heimaftur.
Kanariuoyggjarnar hoyra til Spania, men liggja uttanfyri Afrika. Tað tekur umleið fimm tímar at flúgva úr Keypmannahavn til Las Palmas, sum høvuðsstaðurin eitur.
Kanariuoyggjarnar hava leingi verið eitt sera vælumtókt ferðamál fyri norðbúgvar og onnur, ið eru køld um veturin.
Hitin á Kanariuoyggjunum er mestsum tann sami alt árið – millum 28-22 stig í luftini. Og vatnið er um 20-25 stig.
Hetta lokkar sjálvandi nógv fólk, og 11 miljónir ferðafólk ferðast árliga til Kanariuoyggjarnar.
Vit á Rákinum valdu at fara til størstu oynna Grand Kanaria og lítla býin Amadores. Amadores liggur á suðursíðuni á Grand Kanaria.
Undir liðuni á Amadores liggur stóra feriuplássið Puerto Rico. Og líkt einum perlubandi frá Puerto Rico liggja tey vælkendu plássini – Arguineguin, Playa del Ingles og Maspalomas. Øll við hvítum, longum strondum, og turkislittum havi uttanfyri.
Fjølbroytt lendi
Á vegnum frá flogvøllinum sæst, hvussu fjølbroytt lendið er á Grand Kanaria. Vit lendu í høvuðsstaðnum Las Palmas – har var grønt við nógvum pálmatrøum.
Tess longri vit koyrdu móti suðursíðuni gjørdust fjøllini hægri og lendið turrari.
Okkara hotell lá á einari fjallasíðu, og var mestsum bygt inn í fjallið. Í bóklinginum vit fingu í bussinum stóð at lesa, at niðursetufólkið búði í holum í fjallinum, og minnir byggihátturin á Grand Kanaria ikki so lítið um holur. Men hesar nútímans holurnar hava svimjihyl, matstovu, lesirúm, spælirúm, handil og alt annað, ein hevur brúk fyri, fyri at trívast og hava tað gott.
Dagarnir á einum slíkum ferðamálið líkjast ofta rættiliga nógv – man byrjar morgunin við at smyrja sína magnyl-hvítu húð inn við sólkrem, etur ein lekran morgunmat, pakkar tey neyðugu tingini niður og labbar sær oman til svimjihylin ella strondina.
Eftirsum okkara hotell lá einar 300-400 metrar uppi á einum fjalli, kom ein bussur hvønn tíma og heintaði tey, ið skuldu til strondina. Niðri á strondini eru sólstólar, ið ein kann leiga fyri lítlan pening, og so er bara at sóla sær, lesa ella hyggja at teim ymisku fólkunum á strondini.
Amadores er vælumtókt av norðbúgvum – danskt, norskt og svenskt var at hoyra allastaðni, og ikki er neyðugt at duga serliga nógv enskt eftirsum flestu tænarar og krambafólk tosa gott skandinaviskt! Hetta kann ein sjálvandi hava ymiskar meiningar um, tað er sera lættligt at kunna tosa sítt egna mál í einum fremmandum landið, men samstundis dettur eitt sindur av sjarmuni burtur, tá so lítið er eftir av tí upprunaliga í landinum ein vitjar.
Um ein gerst troyttur av hesum, er bara at leiga ein bil og fara ein biltúr á oynni. Tað eru nógv smá støð at uppdaga, og Las Palmas er ein rættuliga sjarmerandi høvuðsstaður við nógvum góðum handlum.
Tíanverri er tað ikki serliga bíligt at keypa og liva á Grand Kanaria. Prísirnir eru sum í Danmark og ein døgurði á matstovu kostar sjáldan undir 50 krónur. Klæðir kann ein fáa eitt sindur bíligari, men tá er best at fara til handilsmiðstøðir, ið ikki liggja í ferðamannastøðunum, men har lokala fólkið býr. Atlantico er eitt gott stað til slíkt.
Vit steðgaðu eina viku á Grand Kanaria. Ein vika, har vit gjørdust úthvíld, mett, eitt sindur brún og eitt sindur peningaliga fátækari, men ríkari uppá upplivingar. Og um eg ikki fari skeiv, so meini eg fyri vist, at vit og hini 410 í flogfarinum smíltust eitt sindur meira á vegnum heim enn á vegnum út.
Fakta um Kanariuoyggjarnar
Hoyrir til: Spania
Høvuðsstaður: Las Palmas
Íbúgvar: 40,3 miljónir
Vídd: 504 782 km²
Gjaldoyra: Euro
Mál: Spanskt/kastillianskt, katalanskt, galiciskt, baskiskt
Fólkaslag: 72% spaniólar, 16% katalanarir , 8% galiciarir 2% baskarir, 2%onnur
Trúgv: 95% katolikkar, 1% muslimar, 1% protestantar









