Lat okkum varpa ljós yvir landið!

Ein upplýstur fólkaskúli, sum lærir fólk at tola ymiskleikan hjá hvørjum øðrum. Ein lóggáva, sum loyvir samkyndum at ganga saman í skrásett parlag. Ein lagalig útlendingalóg, sum býður "vælkomin tit fremmandu". Eitt fólkaræði, sum virðir minnilutar og øðrvísi hugsandi.

Ingi Sørensen, valevni hjá Tjóðveldi
www.tjodveldi.fo/ingi


Hetta er einasti vegurin fram, tá ið fólkið skal taka støðu til eina grundlóg, ið skipar Føroyar sum eitt tolsamt fólkaræði í 2012.

Trongskygni, fremmandaótti og heimføðilisligheit. Hetta eru vandamál, sum støðugt lúra í øllum smáum og avbyrgdum samfeløgum. At skilja hetta eru eingin rakettvísindi. Føroyar eru eitt lítið land. Eitt gamalt stammusamfelag. Men tíverri eru tað summi, sum hava hug at gera landið enn minni enn tað longu er frammanundan.
Seinasta dømi um hettar er uppskotið hjá formanninum í Miðflokkinum í sjónvarpinum hendan dagin um at skipa viðgerðartilboð fyri samkynd. Eitt uppskot, sum fær tankarnar at renna aftur til sharialógir og svartastu miðøld.
Harðliga mótstøðan móti skrásettum parlagi, sum vit merkja so væl frá fleiri valevnum í hesum valstríðnum, boðar eisini frá politiskum kreftum, sum vilja seta seg og sín moral í hásæti og sum als ikki tykjast hava skilt hvat fólkaræði og mannarættindi í veruleikanum handla um.
Ótti fyri tí fremmanda, fyri øðrum siðum og øðrum átrúnaði, hava eisini góðan gróðrarbotn í útjarðarasamfeløgum sum okkara. Vit føroyingar eru eitt aldargamalt stammufólk, og tá ið tú hevur liva so leingi fyri teg sjálvan, sum vit hava gjørt, ja so verður tað lætt at síggja alt tað, sum øðrvísi og fremmant er sum eina hóttan. Heldur enn eina vitamininnspræning og eina avbjóðing.
Velja tolsamt fólkaræði
Tjóðveldi hevur sum mál at skapa fólkavøkstur so at vit í 2020 vera 55.000 fólk í Føroyum.Umframt grundleggjandi broytingar í samfelags- og vinnubygnaðinum, so krevur tað eina hugburðsbroyting at venda gongdini.
Kanningar sum Norðuratlantsbólkurin hevur gjørt millum útisetar vísa, at fordómar og trongdskygni í Føroyum eru millum stóru forðingarnar, sum gera, at vællærdir útisetar himprast við at flyta heimaftur til Føroya.
Tað er ein trupulleiki, sum vit MUGU fyrihalda okkum til.
Tjóðveldi mælir til at Stjórnarskipan Føroya fer til fólkaatkvøðu í 2012. Stjórnarskipanin skal staðfesta, at evsta valdið er hjá Føroya fólki og skipar rættindini hjá øllum borgarum í landinum í einum tolsamum fólkaræði.
Eitt tolsamt fólkaræði. Tað er eitt stórfingið mál. Eitt mál, sum eftir mínum tykki merkir m.a. hettar:

• Samkynd skulu kunna ganga saman í skrásett parlag. Tað er ikki hjúnarband í vanligum týdningi, tí hettar er eitt mál fyri kirkjuna. Men tað merkir, at samkynd fáa somu borgarligu rættindi sum hinkynd hjún.

• Útlendingalógin skal vera lagalig, so at fremmandafólk, ið kunnu verða virðismikil fyri
Føroya ella sum finna saman við føroyingum, kunnu búsetast her. Tað er mennandi fyri
fólkavøksturin. Føroyskundirvísing og onnur tilboðini til fremmandafólk skulu vera
tíðarhóskandi.

• Fólkaræði, mannarættindi og religión skulu á tímatalvuna í fólkaskúlanum. Tað styrkir fólkaskúlan, sum ein felags pall, sum skapar rúmligar samfelagsfelagsborgarar, sum ikki taka rættindi frá hvørjum øðrum, men virða ymiskleikan.

Tað er eftir mínum tykki ein misskiljing, at fólkaræði fyrst og fremst snýr seg um at tryggja, at meirlutin ræður. Tvørturímóti.
Fólkaræði merkir, at minnilutarnir - tey útstoyttu og tey veiku sleppa til orðananna og vera vird.
Hesum vil eg arbeiða fyri.