Lat ikki Nyrup avgera skiftis- tíðina, harra Høgni Hoydal

Latið okkum fáa eina ?skipaða skiftistíð?, har vit sjálvi avgera tíðina, kostnaðin og avleiðingarnar.

Nú tað nærkast tíðini, har Føroya Landsstýri skal samráðast við donsku stjórnina, sum frammanundan hevur tryggjað sær undirtøku fyri einari beinharðari samráðingarlinju frá Fólkatinginum, fari eg at gera niðanfyristandani viðmerkingar.

Samgonguskjalið, løgtingssamtyktin frá okt. 1998 og uppritið, sum skal verða grundarlag fyri samráðingum at loysa Føroyar frá Danmark, eru amboðini, sum Landsstýrið skal nýta í samráðingunum.

Ein og hvør ? fyri ella ímóti loysingargongdini - veit, at Landsstýrið á demokratiskan hátt hevur rætt til at samráðast um framtíðarstøðu Føroya; hetta eiga vit at virða, og gera tað eisini, ja, so má hvør í sínum lagi ella saman í flokki taka støðu til úrslitið.

Ætlan Landsstýrisins er at samráðast um, hvussu blokkurin skal minkast, hvussu skuldin skal avviklast og hvussu vit fáa politiskt og búskaparligt frælsi, og hvussu vit í framtíðini kunnu hava samstarv við Danmark. Ella í stuttum: Ætlan landsstýrisins er at fáa eina skiftistíð til fullveldi Føroyar er veruleiki.

Eitt er vist: Tað kennist løgið, at Landstýrið skal samráðast við ministarar í Danmark fyri at fáa ein skiftistíð.

Tað eigur at verða greitt fyri Høgna Hoydal og Landsstýrið alt, at ein grundarlagið avgerðin fyri einari ?skipaðari skiftistíð? finnst bara á Føroya landi.

?Skipa skiftistíð? í Føroyum uttan danska ávirkan:

Munin lættari átti tað at verið at lagt eina ætlan fyri eini ?skipaðari skiftistíð?, har flokkar í Føroyum tóku seg saman, at avtala ein málsetning um


?í hvørji raðfylgju yvirtøkur skulu gerast, so blokkurin minkar í takt við yvirtikin málsøki.


?hvussu skjótt skuldin skal avviklast


?hvussu eitt framtíðar samstarv við Danmark skal skipast


Um henda ætlan (skipað skiftistíð) hevði verið fylgd, kundi hent, at ætlan landsstýrisins hevði verðið skjótari veruleiki enn teir sjálvir høvdu vónað við fullveldisætlanin í samráðingum við donsku stjórnina.

Við eini føroyskari politiskari avtalu um ein ?skipaða skiftistíð? hevði danska stjórnin onga ávirkan havt, og vit skuldu ikki spurt Nyrup um nakað sum helst.

Vit eiga sjálvi at avgerða skiftistíðina, kostnaðin og avleiðingarnar!

Tær búskaparligu avleiðingarnar av fullveldisætlanini kennir eingin, tí hetta verður ikki ein ?skipað skiftistíð? - hóast landsstýrið heldur fast um tað øvugta. Allar búskaparfrágreiðingar, sum snúgva seg um avleiðingarnar av eini skjótt minkandi ríksiveiting, vísa týðiliga, at vælferðin og livikor føroyinga verða fyri stórum afturstigi, tí hava vit brúk fyri eini ?skipaðari skiftistíð?, sum er føroysk, og uttan danska ávirkan.

Øll rættiindi sum føroyingar hava í Danmørkini í dag eiga vit at samráðast um, tá ið blokkurin er avviklaður, og skuldin niðurgoldin, ikki fyrrenn tá kenna vit hvørji rættindi vit hava brúk fyri í Danmørkini.

Landsstýrið kann so í øllum førum taka av tilboðnum frá Nyrup, um størri politiskt vald til løgmann, sum ikki kann takast aftur av donsku stjórnini; hetta haldi eg veraa eina góð byrjan til eina ?skipaða skiftistíð? uttan danska ávirkan.

Vit kunnu sjálvi avgerða skiftistíðina:

Mín áheitan til Høgna Hoydal og Føroya Landsstrýrið skal vera: Latið ikki Nyrup avgerða skiftistíðina, - lat okkum fá eina føroyska ?skipaða skiftistíð?, har vit sjálvi avgera tíðina, kostnaðin og avleiðingarnar, og uttan ta ávirkan úr Danmark, sum tit í løtuni leggja upp til.


Birgir Waag Høgnesen