Smálutir um tær umfatandi yvirgangsætlanirnar móti danska blaðnum Jyllands-Posten eru nú almannakunngjørdar. Amerikanska ákæruvaldið hevur almannakunngjørt eitt nýtt og umfatandi ákærurit í einari av teimum higartil mest álvarsomu yvirgangsætlanunum, sum eru rættaðar móti Danmark. Tað skrivar Jyllands Posten á heimasíðu sínari.
Sambært ritinum skuldu kontórini hjá Jyllands Posten í Keypmannahavn og Viby við Århus áleypast við einum lastvogni, fyltum við spreingievnum, sum hevnd fyri almannakunngerðina av Muhammeds-tekningunum.
Skjølini eru nýggj í tí sokallaða »Mickey Mouse« málinum úr Chicago í amerikanska statinum Illinois, har tveir menn, David Headley og Rana Tahawwur, fyribils hava verið fongslaðir síðani oktober í fjør, eftir at tær umfatandi yvirgangsætlanirnar vórðu avsløraðar av amerikonskum myndugleikum.
Men amerikanska ákæruvaldið metir, at ætlanarleggingin varð leidd av Ilyas Kashmiri, sum er leiðari av al-Qaeda-relateraða pakistanska yvirgangsbólkinum Harakat ul-Juhad-I-Islami.
Tí ákærir ákæruvaldið nú eisini hann fyri at viðvirka í ætlanarleggingini av einum álopi móti danska blaðnum.