Fyri einum góðum tíma síðani hendi eitt ferðsluóhapp á Kaldbaksfjarðarvegnum.
Tað er fitt av vindi og tað kom óvart á bilføraran á einum stórum lastbili, sum kom koyrandi suðureftir.
Beint við Sund varð hann tikin av eini harðari hvirlu og lastbilurin varð tikin tvørtur um vegin og endaði á liðini.
Har er nakað høgt oman av, men tíbetur legði lastbilurin seg á bilaverjuna í vinstru síðu, og fór sostatt ikki oman av.
Bilførarin var einsamallur í bilinum og hann slapp frá óhappinum at kalla uttan mein og slapp úr bilinum við egnari hjálp.
Hann hevði kortini fingið onkrar smásnuddir og av trygdarávum fór hann á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur løgreglan.











