Lassin skal halda skil á Keane og Duff

Lassin Isaksen hevur seinastu árini verið altjóða fótbóltsdómari, og hann hevur havt nógvar uppgávur uttanlands – millum annað ungdómslandsdystir og Intertoto-dystir.
UEFA hevur nú givið Lassin eina stóra uppgávu, sum helst verður ein av hansara seinastu í altjóða fótbólti, nú hann fellir fyri aldursmarkinum.
Lassin skal nevniliga døma EM-undankappingardystin millum Írland og San Marino, sum verður spældur í Dublin tann 15. november. Harvið verður tað Lassin, sum skal halda skil á Robbie Keane, Damien Duff og hinum spælarunum á vøllinum.