Við á framsýningini eru út við 30 guacher/akvarellmyndir umframt nakrar prentmyndir. Myndevnini eru í høvuðsheitum úr norðurlendskum djóralívi og nátturu, men onkrar andlitsmyndir eru eisini við.
Flestu føroyingar munnu kenna tekningarnar hjá Lasse S, sum hava verið at sæð í bløðunum seinastu mongu árini. Lasse hevur óvanliga gott innlit í náttúrulív og veiðumentan, sum hann hevur skrivað hópin av greinum og bókum um. Men listamaðurin hevur eisini stóran áhuga fyri øðrum mentanarligum eyðkennum. Hvør kennir ikki bókina hjá honum Kirkjurnar í Føroyum, ið er ein lýsing við tekning av hvørji einstakari kirkju í Føroyum. Eitt serligt eyðkenni, sum sum sæst aftur í øllum ritverkinum hjá høvundanum og teknaranum, er mátin tekstur og myndir spæla saman og lýsa hvønnannnan.
Føroyar liggja altíð frammaliga í huganum hjá listamanninum. Men hann hevur eisini ferðast nógv, og tað endurspeglast eisini í hansara listaverkum. Lasse S er dani, men hevur búð í Sørvági síðani 1960. Hann arbeiðir burturav sum høvundur og myndlistamaður.










