Lasse Klein er stigin fram úr fjøld sum ein filosofiskur tungvektari. Útlendskir analytikarar eru heilt hugtiknir av manninum av Saltangará. Tað er ikki at vera fyri, nú Lasse aftur ætlar at yvirtaka Sjálvstýrisflokkin
Í donsku Weekendavísini (WA) næstsíðsta fríggjadag, er viðtal við Bernard Ingham, sum í 11 ár stóð fyri samskiftinum hjá Thatcher-stjórnini við fjølmiðlarnar.
Ingham, sum ideologiskt stendur ytst á bretska høgravonginum, finst hvassliga at Blair stjórnini fyri at manipulera og stýra teimum politisku tíðindunum.
Ingham sigur m.a. soleiðis í WA: "De (t.e. Blair stjórnin, ss) kom ind med en fantastisk entusiasme, og en overvældende styrke. Og de besluttede at fortsætte på samme måde i regering, som de havde gjort i opposition. Med de samme metoder. Derfor lækkede de alting. Parlamentet får ikke længere tingene at vide først. Regeringen lækker til venligtsindede journalister. Det er mangel på respekt for parlamentet. Det skaber foragt for politik, og det skader journalistik i ekstrem grad. Journalister har måttet finde sig i at blive hængt ud, tyranniseret og undergravet i forhold til redaktører. Beskeden er: Hvis du skriver som vi vil have, får du noget. Hvis ikke er din karriere i fare."
Síðsta fríggjadag hevur Lasse Klein, sum er formaður í Landsfelag Sjálvstýrisfloksins, ein grein Í Fregnum undir heitinum: Ein samgonga á vegamóti. Hann finst hvassliga at stóru samgonguflokkunum fyri at manipulera og stýra teimum politisku tíðindunum.
Klein skrivar m.a. soleiðis í Fregnum: "Teir yvirtóku landsins stýri við eini ótrúligari idealismu fyri skjótt seks árum síðani, og ruddaðu alt framman fyri sær við einari styrki sum ikki var sædd áður, og teir samtyktu at halda fram í landsstýrinum á sama hátt sum teir høvdu gjørt í andstøðu. Við somu atferð. Hetta er orsøkin til, at teir leka øll tíðindi. Løgtingið fær ikki longur boðskapin um málsviðgerðirnar fyrst. Landsstýrismenn leka til góðu vinir sínar í fjølmiðlaheiminum. Eingin virðing er fyri løgtinginum longur. Hesin arbeiðsháttur skapar vanvirðing fyri politiska arbeiðinum, og skaðar arbeiðið hjá journalistum í stóran mun. Fjølmiðlafólk hava verið noydd at funnið seg í at verða hongd út, kúgað og trælkað. Boðini eru greið: skrivar tú sum vit vilja hava, so fært tú nakað. Um ikki, so er tín karriera í vanda."
Almennur partapolitikkur
Ingham átalar eisini, at almennir embætismenn verða settir at reka partapolitikk. Soleiðis var ikki fyrr, sigur hann við WA: "Vi skulle tjene regeringen - ikke et politisk parti. Vi skulle være parat til at tjene enhver regering, der kom til. Og vi måtte ikke bruge skatteyderpenge til partipolitiske formål. Man kan kun bruge skatteyderpenge til at forklare, hvad regeringens politik er. Ikke på at fortælle, hvor fantastisk regeringen er. Det bør ikke være vanskeligt at skelne".
Á sama hátt átalar Klein, at embætismenn verða settir at reka partapolitikk. Soleiðis var ikki fyrr, skrivar hann, og minnist embætismenn í gomlum døgum: "Teir skuldu tæna landsstýrinum - ikki einum politiskum flokki. Teir skuldu verða til reiðar at tæna einum og hvørjum landsstýri, sum kom til aftaná eitt val, og teir skulu ansa væl eftir ikki at brúka skattaborgarans pening til flokspolitiskt endamál. Til ber bert at brúka skattaborgarans pening til at greiða frá, hvat endamál er við landsstýrisins politikki. Ikki at greiða frá hvussu ótrúliga góð ein landsstýrissamgonga er. Tað átti ikki at verið trupult at skilt", skrivar Lasse í Fregnum.
Eingin ideologi
Bernard Ingham heldur, at Tony Blair hevur vrakað hugsjónina hjá Labour-flokkinum: "Han har ikke nogen ideologi. Han har begravet Labours ideologi. Den var måske gammeldags, men den var i det mindst en ideologi - en overbevisning", sigur Ingham við WA.
Lasse Klein heldur, at støðan er líka álvarsom í Føroyum: "Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava feiað sítt politiska hugsjónarstøðið inn undir gólvteppið. Tær trongdu møguliga til endurnýggingar, men tær vóru hóast alt eitt politiskt hugsjónar-støði - ein trúgv, ein sannføring", skrivar Lasse í Fregnum.
Ingham heldur, at sjálvt demokratiið í Bretlandi er í vanda: "Regeringen tror kun på manipulation. Det har intet med demokrati at gøre. Det eneste, der minder om demokrati, er, at man bliver valgt. Men det gjorte Hitler også".
Lasse heldur, at støðan er tann sama í Føroyum. Í Fregnum skrivar hann: "Sum støðan er í løtuni so trúgva Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin bert uppá sjúkliga handfaring av politiskum málum. Hetta hevur einki sum helst við demokrati at gera. Tað einasta sum yvirhøvur minnir um demokrati er, at val er av og á, og helst skal talan verða um afturval. Somu hugsan hevði Hitler eisini."
Filosoffurin Klein
Tann, sum lesur donsk bløð, leggur til merkis, at fólk, sum skriva Skáan í Dimmalætting leygardagar, viðhvørt stjala sínar greinar. Tey umseta okkurt úr Politiken ella Berlingske, og selja tað síðani til Dimmu sum um tey hava skrivað tað sjálv.
Kann tað hugsast, at landsformaðurin í landsfelag Sjálvstýrisfloksins, Lasse Klein, veruliga hevur stolið tilfar úr Weekendavísini, og prenta tað við sínum egna navnið undir?
Kann tað hugsast, at Lasse Klein, fyri at síggja klókur og lærdur út, bara hevur gjørt orðini hjá einum klókum og lærdum manni til síni? At hann pyntar seg við læntum fjarðum? At hann slett ikki hevur gjørt hasa analysuna, sum hann læt prentað í Fregnum?
Sjálvsagt ikki. Tílíkt kundi ein reiðiligur maður sum Klein ikki droymt um.
Orsøkin til, at Lasse orð fyri orð sigur tað sama um Tjóðveldis- og Fólkaflokkin, sum Ingham sigur um Labour, má vera ein onnur: Ingham má hava tosað við Lassa áðrenn hann tosaði við Weekendavísina!
Tað vísir bara hvussu høgt í metum sum politiskur filosoffur Lasse er uttanlands. Og hvat vit føroyingar kunnu vænta okkum, nú Lasse Klein aftur ætlar at yvirtaka Sjálvstýrisflokkin.