Lars: Spælararnir stríddust væl

(Frá Rás2) Hoyr landsliðsvenjaran, Lars Olsen taka samanum avrikið ímóti Sveis á Tórsvølli ígjár

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr føroyska landsliðsvenjaran, Lars Olsen taka samanum føroyska avrikið í 0-2 tapinum í HM-undankappingardystinum ímóti Sveis, sum var leiktur á Tórsvølli ígjárakvøldi.

 

Lars Olsen heldur ikki, at ein fingur kann setast á sveisiska sigurin, tí Sveis var munandi betur enn føroyska liðið.

 

Hóast tapið heldur Lars Olsen, at hansara menn stríddust væl og avrikaðu væl. Og tað fór hann eisini at fortelja hópinum áðrenn hann og spælararnir allir fóru hvør til sítt aftaná tann sætta HM-undankappingardystin í hesari undankappingini.