Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hava sett liðið, sum klokkan 17:00 í dag byrjar á vøllinum ímóti Lettlandi. Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson og René Shaki Joensen dett út í mun til sigurin á Andorra, meðan Sonni Ragnar Nattestad, Róaldur Jakobsen og Hallur Hansson eru nýggir á liðnum.
Føroyska landsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin ímóti Lettlandi, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 17:00. Hópurin hevur verið saman síðani týsdagin, og aftaná seinastu venjingina fríggjadagin kundi staðfestast, at allir spælararnir eru væl fyri, og fult byrgir at taka dystin upp við lettar.
Les eisini: (Video) Gunnar Nielsen í "Liðfelagir"
Lars Olsen, landsliðsvenjari, og hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen hava gjørt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin ímóti Andorra fyri einum mánað síðani.
Gunnar Nielsen verður í mál. Í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum byrja Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen og Gilli Sørensen. Framrættaður miðvallari verður Róaldur Jakobsen, meðan Jóan Símun Edmundsson verður í álopinum.
Á bonkinum frá byrjan verða Teitur Matras Gestsson, Trygvi Askham, Rógvi Baldvinsson, Jóhan Troest Davidsen, Odmar Færø, Rene Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Ári Mohr Jónsson, Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin, Patrik Johannesen og Klæmint A. Olsen.