Lars Olsen fekk ta best hugsandi byrjanina sum venjari hjá Esbjerg, tá áleyðarin Youri Yakovenko eftir tveir minuttir legði heimaliðið framum, men stutt fyri steðgin javnaði Louka Prip fyri Horsens.
Bæði Horsens-áleyparin Jannik Pohl og Esbjergáleyparin Adrian Petre høvdu stórar møguleiakr fyri at tryggja sínum liði sigurin.
Eftir dystin liggur Esbjerg á 13. plássi við 10 stigum, emðan Horsens liggur á 11. plássi við 15 stigum.
Esbjerg kom best frá byrjan, tá liðið skoraði í fyrsta álopi í dystinum.
Miðvallarin Mathias Kristensen og Joni Kauko spældu seg gjøgnum verjuna hjá Horsens, til Kauko spældi bóltin flatt inn fyri málið, har Yakovenko setti hann í netið.
Síðini royndi Horsens seg, men ikki fyrr enn hálvan tíma seinni kom liðið nærindis til at javna.
Fyrst mátti bakkurin hjá Esbjerg, Daniel Anyembe, bjarga skoti frá Ayo Simon Okusuns, og stutt eftir streyk at inn legg frá Jonas Thorsen gjøgnum feltið og rakti stongina.
Fimm minuttir fyri steðgin kom útjavnandi málið so, tá Louka Prip snúði sær um seg sjálvan beint uttan fyri feltið og sendi bóltin yvir í tað langa málhornið.
Horsens stóð seg betur eftir steðgin og mundi lagt seg á odda, tá Jannik Pohl mundi stutað bóltin í málið.
Í jagstranini eftir sigrinum kom Esbjerg longri fram á vøllin, og tá 20 minuttir vóru eftir gjørdist Adrian Petre fríur í feltinum, men hann brendi.
Tá fimm minuttir vóru eftir fekk Kauko ein góðan møguleika, men hann var ikki nóg neyvur, og harvið mátti Lars Olsen lata sær lynda annað stigið.
/ritzau/