Lars Olsen fegnast høga støðið

Leygardagin og sunnudagin varð skipað fyri eini venjingarlegu fyri manslandsliðið í fótbólti, har Lars Olsen hevði sent boð eftir 34 leikarum.

 

Hóast tað vóru nakrir ið ikki møttu upp, vegna skaðum og øðrum, vóru høvuðsvenjarin, Lars Olsen, og hjálparvenjarin, Jóannes Jacobsen, fegnir um góða avrikið hjá spælarunum, og Lars sigur millum annað soleiðis um góða avrik teirra:

 

- Spælararnir sýndu avrik á hægri støði, enn tað kanska varð roknað við, tá ið tað ræður um bóltførleika og um venjingarstøðuna. Eingin dumpaði, og tað er ein góð kensla hjá okkum, sum skulu arbeiða víðari við at finna fram til, hvørjir skulu manna landsliðshópin, sigur landsliðsvenjarin Lars Olsen við Sosialin í dag.

 

Lars Olsen ætlar at fylgja væl við í landskappingini hjá monnunum, og hann sigur, at teir kunnu vænta at síggja hann 8-10 dagar um mánaðin her uppi.

 

Marianna Holm Jacobsen, starvsnæmingur