Tann nú fyrrverandi venjarin hjá íslendska landsliðnum, Lars Lagerbäck hevði blandaðar kenslur aftaná 2-5 tapið ímóti Fraklandi í EM-fjórðingsfinaluni: - Eg vil gjarna ynska Fraklandi tillukku, teir hava eitt fantastiskt lið, og teir fingu okkum at síggja illa út, sjálvt um vit gjørdu okkara til at síggja illa út á vøllinum, segði Lars Lagerbäck aftaná dystin.
- Hesi fýra og eitt hálva árið hava verið ein ótrúlig ferð fyri meg. Tað hevur verið ótrúligt við øllum viðhaldsfólkunum, sum hava verið her, og tað hevur verið ótrúligt at frætta heimanifrá, og at staðfesta alt tað jaliga, og tann stóra áhugan, sum eg havi kent innast í hjartanum. Eg havi notið hvønn minutt, kanska burtursæð frá teimum fyrstu 45 minuttunum í kvøld. Vit vóru ikki mentalt væl fyri í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vístu vit, at vit vóru kropsliga væl fyri. Hetta eru dystir, sum tú lærir av, og sum tú ert noyddur at læra av. Hetta var ein góð áminning um, at tú mást hava tann rætta hugburðin hvørt einasta sekund. Um tú hyggur eftir allari kappingini, so er tað fantastiskt, at vit megna at røkka fjórðingsfinalunum fyrstu ferð vit taka lut í einum EM-endaspæli. Men vit gjørdu mistøk, og vóru alt ov passivir í fyrra hálvleiki, staðfestir Lars Lagerbäck.
Sáttmálin hjá 67 ára gamla Lars Lagerbäck við íslendska fótbóltssambandið er lokin, og Lars Lagerbäck hevur givið stafettina víðari til Heimir Hallgrímsson, sum nú verður høvuðsvenjari. Hvussu verður við tannlæknastarvinum hjá Heimir Hallgrímssyni nú sigur søgan einki um.