Lars Løkke Rasmussen, danski forsætismálaráðharrin, kemur á almenna vitjan í Føroyum saman við føroysku konuni, Sólrun Løkke Rasmussen. Tað upplýsir løgmansskrivstovan í skrivi, sent fjølmiðlunum.
Lars Løkke Rasmussen skal millum annað á fund við løgtingslimirnar, og hann skal eisini kjakast við næmingar á Handilsskúlanum og Studentaskúlanum á Kambsdali.
Danski forsætismálaráðharrin skal eisini á vitjan hjá Bakkafrost á Glyvrum, Havsbrún í Fuglafirði og Jarðfeingi.
Lars Løkke Rasmussen og konan verða í Føroyum til fríggjadagin.