Lars Danielsson er heimskendur bassleikari, og mikukvøldið 6. august klokkan 19.00 verður hann í Atlantis í Klaksvík. Lars Danielsson fer at siga frá og lýsa síni nærum 30 ár innan tónleikavinnuni, um motivatión og um mentala fyrireiking. Hann fer eisini at greiða frá týdninginum, en tíðarætlan kann hava fyri, at ein kann gerast professionellur tónleikur. Heimskendi bassleikarin fer at vegleiða um rætta mátan at venja. Drúgva samstarvið við eitt nú Micheal Ruff, Nils Landgren, Sanne Salomonsen, Thomas Helmig og Lisu Nilsson fær eisini pláss í skránni hjá danska bassistinum. Atgongumerki kunnu fáast Elinding kring landið og í Atlantis í Klaksvík