Eini 50 fólk eru í morgun møtt upp í Løgtinginum fyri at vísa sína ónøgd við uppskotið hjá landsstýrinum um flatskatt og skatting av pensjónum við inngjaldi.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at hesi uppskot hava skapt ein slíkan ótta á fólk, at tað kann ikki fara óansað aftur við borðinum.
Tingfólk kunnu rokna við, at nakað av ófriði verður undir tingfundinum í dag. Hetta er roynt við góðum úrsliti aðrastaðni, so tað royna vit eisini her. Men vilja teir ikki lurta, mugu vit umhugsa, hvat so er til ráða at taka, sigur Hans Joensen.
Hann sigur, at hóast tey larma í dag, so ætla tey at mótmæla friðarliga. Hann vil tó ikki koma nærri inn á, hvat fakfelagsrørslan fer at gera, heldur viðgerðin av umrøddu uppskotum fram.
Nú koma hesi bæði uppskotini um flatskatt og skatting av pensjónum ikki fyri Tingið í dag, men vit ætla okkum eisini at møta upp, tá tey koma fyri, sigur Hans Joensen.
Larmurin byrjaði so smátt stutt eftir, at tingfundurin varð settur klokkan 9.30 í morgun við trampi í gongini inn til tingsalin, og seinni fluttu fólk seg út um, og larmaðu har við blikkum, skeium og øðrum óljóðsgevandi lutum (myndin)