Løgtingsformaðurin hevur boðað frá, at seinasti framløgudagur í hesi tingsetuni er fyrst í mars. Skal hendan freistin haldast, so fær samgongan ómetaliga nógv at gera.
Fleiri stórmál eru á skránni, sum samgonuleoiðarin hevur lovað verða viðgjørdi í hesi tingsetuni.
Ovast á skránni stendur nýskipan av fiskivinnuni, og stjórnarskipanin er beint eftir. Fiskivinnunýskipanin tí galdandi lóg fer úr gildi á nýggjárinum og stjórnarskipanin, tí samgongan hevur lovað eina fólkatkvøðu um málið í ár.
Harumframt skal gerast ein menningarætlan fyri heilsuverkið, ein pensjónsnýskipan umframt onnur mál, sum fylla knapt so nógv
Samgongufundur var um málini í gjár. Fundurin vardi allan dagin. Grundleggjandi tykist samgongan samd um stóru málini, men sum onkur teirra sigur, so er tað ofta, tá ið smálutirnir skulu viðgerast, at trupulleikarnir vísa seg.
Í fiskivinnuspurninginum eru fleiri meiningar, og tað sama er í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið.
Viðvíkjandi fiskivinnuskipanini verður tað so, at landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum fer at royna at halda fram við samráðingunum við Sambandsflokkin.
Løgmaður leiddi samgongufundin í gjár.