Langt ímillum Bill og Húsalánsgrunnin

Tá Bill Justinussen fyri stuttum gav stýrinum fyri Húsalánsgrunnin hvassar átalur fyri at hava keypt og selt fasta ogn, valdi stýrið einki at siga við fjølmiðlarnar. Men samskiftið millum Landsstýrið og stýrið fyri grunnin vísir, at langt er ímillum partarnar, og einaferð gingu tvey ár, áðrenn Landsstýrið valdi at svara stýrinum aftur upp á fyrispurning um keyp og sølu av føstum ognum

Herfyri valdi Bill Justinussen, trivnaðarmálaráðharri, at geva stýrinum fyri Húsalánsgrunnin eina sonevnda minni hvassa og eina hvassari átalu fyri ávikavist at hava latið sjálvan Húsalánsgrunnin keypt fastar ognir uttan heimild og fyri at hava selt somu ognir uttan heimild. Trupulleikin við hesum var, at Íbúðagrunnurin, ið keypti ognirnar, ikki megnaði at gjalda. Síðani desember 2001 hevur Landsstýrismálanevndin kannað málið, sum er viðgjørt av fleiri landsstýrismonnnum, tí talan er eitt gamalt mál, og enn er ikki staðfest, um allir hesir hava røkt røkt skylduna at hava eftirlit við Húsalánsgrunninum nóg væl. Eitt nú skuldi nýtt stýri veljast fyri grunnin fyri fýra árum síðani, men hetta er enn ikki gjørt.
Stýrið fyri Húsalánsgrunnin er tó ikki samt við landsstýrismannin um, at tað ikki hevur heimild at keypa fastar ognir, tí tað hevur stýrið sambært einum skjali dagfest 23. januar 2002 til Almanna- og Heilsumálstýrið, sum er at finna heimasíðuni hjá Landsstýrismálanevndini, nevniliga valt at gera fleiri ferðir.
T.d. kann nevnast, at Húsalánsgrunnurin frá 1991 til 2001 hevur bjóðað upp á 688 ognir, sum eru seldar í Føroya Fútarætti, og grunnurin hevur keypt ein part av hesum ognum umframt fleiri onnur hús og grundstykki í Havn.

Keyp og søla sum allar aðrar avgerðir

Hesi keyp metir sigur stýrið seg hava heimild til at gera sambært lógini um Húsalánsgrunnin. Grundgevingin hjá stýrinum er, at Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin eru løgfrøðiligir grunnar við stovnsfæi og stovnsskipan, sum er gjørd við lóg. Húsalánsgrunnurin kann nevniliga sambært stýrinum samanberast við Atlantsflog og Føroya Banka, sum heldur ikki kunnu metast sum partur av tí almennu fyrisitingini ella valdsskipan landsstýrismansins, sum tó eigur at hava eftirlitið.
Grunnar eru nevniliga sjálveigandi stovnar, og hava sambært stýrinum egið rættarføri, partsføri og sakarmálsføri. Tí metir stýrið, at ein grunnur ikki skal hava eina sokallaða positiva heimild til at keypa ella selja fasta ogn. Sostatt hava bæði Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin sambært stýrinum havt heimild at keypt ognir. Somuleiðis metir stýrið fyri Húsalánsgrunnin seg havt heimild at selt fasta ogn, og tað hevur grunnurin eisini ofta gjørt. Stýrið hevur nevniliga ta fatan, at keyp og søla av antil leysafæi ella fastari ogn eru at meta sum allar aðrar avgerðir, ið Húslánsgrunninum og Íbúðagrunninum eru litnar til.

Svar kom tvey ár seinni

Tó hevur ofta orðaskifti millum stýri og landsstýrismann verið um hesi viðurskifti, hóast tað viðhvørt hevur gingið striltið hjá pørtunum at samskift við hvønn annan. Sum dømi um hetta samskifti kann nevnast, at í januar 1999 frættist í Sosialinum, at Húsalánsgrunnurin hevði keypt eina trøð í Havn. 12. januar sama ár sendir Helena Dam á Neystabø grunninum skriv, har hon spyr, um hald er í hesum tíðindum. 27. januar 1999 svarar stýrið fyri Húsalánsgrunnin aftur, har tað váttar keypið, og vísir til, at hetta er ein partur tí sokallaða "nýggja íbúðapolitikkinum", sum hevur verið umrøddur á fundi við fleiri landsstýrismenn. Stýrið skrivar í sama brævi til landsstýriskvinnuna: "Um so er, at Almanna- og Heilsumálastýrið ikki tekur undir við sjónarmiðum stýrisins um heimildargrundarlagið, skal stýrið biðja Almanna- og Heilsumálastýrið um at fráboða stýrinum fyri Húsalánsgrunnin hetta sum skjótast, soleiðis at umrøddi "nýggi íbúðapolitikkurin" kann støðgast, meðan leikur er góður, ella støðgast, meðan ein møguligur ivi um heimildargrundarlagið verður kannaður og um neyðugt útvegaður við løgtingslóg".
Svar til hesa áheitan kom ikki fyrr enn stívliga tvey ár seinni, nevniliga 9. februar 2001. Áðrenn hetta komu eingi boð og ella forboð úr Landsstýrinum um keyp ella sølu av fastari ogn. Heldur ikki á fundi millum stýrið og Landsstýrið, tá m.a. framtíðarætlanirnar við grunninum vórðu viðgjørdar, varð nakað sagt um heimildir viðvíkjandi keyp og sølu av fastari ogn. Í svarinum 9. februar 2001 sigur ráðharrin, at hann ikki metir, at Húsalánsgrunnurin hevur heimild til at "gera íløgur í byggilendi v.m.", og hann heitir á samstundis á "stýri og stjórn grunsins um at fáa hesi viðurskifti í rættlag í hesum árinum og at boða landsstýrismanninum frá hesum".
Hóast stýrið var ósamt við landsstýrismannin, gjørdi tað eftir boðunum tilskeytaði Íbúðagrunninum tær føstu ognirnar.

Landsstýrismálanevndin skal kanna Landsstýrið

Spurningurin er so, um tað var í samsvar við endamálið hjá Húsalánsgrunninum - sum er at fáa fólki tak yvir høvdið so bíligt sum til ber og veita sethúsabygging lagalig stovnslán - at skeyta tær keyptu føstu ognirnar víðari til Íbúðagrunnin at fyrisita víðari, so at Húsalánsgrunnurin kundi veita lán til hesar íbúðaætlanir.
Stýrið metir ikki, at endamálið við grunninum verður skúgvað til viks, av tí at grunnurin keypir ognir og skeytar víðari til Íbúðagrunnin, hóast Landsstýrið hevur havt eina aðra áskoðan. Sambært samrøðu í Sosialinum 15. januar í ár við Heina O. Heinesen, formann í Landsstýrismálanevndini, sum hevur kannað málið, hevur núverandi landsstýrismaður, Bill Justinussen einki skeivt gjørt, hóast hann hevur givið nasar til stýrið fyri Húslánsgrunnin, sum er púra ósamt við Bill. Í einum skrivi, dagfest 18. desember í fjør, skrivar stýrið m.a. til og um landsstýrismannin: " ?tá tær "nasar" , sum hann hevur givið stýrinum fyri Húsalánsgrunnin o.a., byggja á skeivleikar, misskiljingar og tíverri eisini beinleiðis reingingar av sannleikanum, hava vit einki val enn at tala at". Sostatt standa partarnir langt frá hvørjum øðrum, tí pástandur er ímóti pástandi í hesum máli, har tað seinasta orðið neyvan er sagt enn. Men í øllum førum ber til at staðfesta, at Landsstýrismálanevndin ikki metir Bill hava borið seg skeivt at. Men kanska nevndin sjálv er farin út um mark. Í hvussu er endar stýrið fyri Húsalánsgrunnin skriv sítt til Almanna- og Heilsumálastýrið 23. januar í fjør við at siga: "Stýrið fyri Húsalánsgrunnin heldur, at tað er týdningarmikið at minna á, at stýrið ikki hoyrir undir málsræðið hjá landsstýrismálanevndini, men at landsstýrismálanevndin smb. § 38, stk. 1 í stýrisskipanarlógini hevur til uppgávu at havaeftirlit við, at landsstýrismaðurin í hesum føri hevur útint sítt eftirlitsstarv sambært húsalánsgrunslógina á lógligan hátt."