Langt framman fyri Danmark við javnstøðu

100 ár eftir, at kvinnur fingu valrætt í Danmark valdi fólkatingið á fyrsta sinni eina kvinnu sum forkvinnu.

100 ár eftir, at kvinnur fingu valrætt í Danmark valdi fólkatingið á fyrsta sinni eina kvinnu sum forkvinnu.

 

Hóast føroyingar í so mongum eru aftan fyri ymisk rák, sum eru úti í heimi, so er tað ikki altíð so. Gamaní tók tað 62 ár at velja fyrstu kvinnuna á løgting. Men taka vit álitisstørv sum løgmann og løgtingsforkvinnusessin, so vóru vit í so máta langt framman fyri danir.

 

Føroyar fingu sín fyrsta kvinnuliga løgmann í 1993, tá Marita Petersen sum fyrsta og higartil einasta kvinna sum løgmaður. Hetta var 77 ár eftir, at kvinnur fingu valrætt og kundu stilla upp til løgingið. Hon endurtók bragdið árið eftir, tá hon tók við sum fyrsta forkvinna fyri løgtingið.

 

Danmark fekk sína fyrstu kvinnu sum forsætisráðharra í 2011, 96 ár eftir, at kvinnur í Danmark fingu valrætt, og ikki fyrr enn nú – 100 ár eftir at kvinnur í Danmark fingu valrætt – hevur fólkatingið á fyrsta sinni valt eina kvinnu sum forkvinnu.