Nýggja samgongan hevur ikki slept ætlanini um at byggja ein 50 metra svimjihyl í Gundadali.
Tað sæst í samgonguskjalinum millum teir tríggjar flokkarnar, sum nú mynda leiðsluna í Tórshavnar býráð, har tað stendur soleiði:
– Ítróttur og rørsla hava stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi. Møguleikarnir fyri ítrótti verða áhaldandi útbygdir bæði fyri breiddina og úrvalsítrótt.
– Tórshavnar kommuna skal kunna hýsa enn fleiri altjóða kappingum í høvuðsstaðnum. Tí skulu umstøðurnar innan fleiri ítróttargreinir betrast, eitt nú innan svimjing og golf.
– Langhylur í Gundadali skal á fíggjarætlanina, og aðrar itróttargreinar eiga at raðfestast á langtíðar løguætlanina.
– Saman við Tórshavnar Golffelag verður farið undir at gera eina heildarætlan fyri golfvølli á Glyvursnesi.
– Havnar Telvingarfelagi skal tryggjast góðar hølisumstøður.










