##med2##
Arminia Bielefeld við føroyska Jóan Símuni Edmundssyni í hópinum hevur beina kós ímóti týsku Bundesliguni. Felagið hevur greiðan oddasess nú tað resta fimm umfør.
Klokkan 17.30 byrjaði Arminia Bielefeld dyst á útivølli ímóti SV Sandhausen, og eins og síðstu dystirnar, so situr Jóan Símun Edmundsson uttanfyri við einum knæskaða.
Seinnapartin var Jóan Símun gestur hjá Tróndi Arge í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1.
Jóan Símun fegnast um góðu gongdina hjá Arminia Bielefeld, men hann harmast um, at hann ikki kann vera partur av góðu gongdini. Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum, og hann vónar at kunna eiga stóran leiklut í komandi kappingarári.
Knæskaðin ger dagarnar heldur langdrignar, viðgongur Jóan Símun tó.











