Landsverk lastar ikki føroyska byggivinnu

Oyvindur Brimnes
-------

Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2009 er júst komin á gøtuna. Í eini viðmerking í fjølmiðlunum ger Føroya Handverksmeistarafelag í vikuni vart við ymsar niðurstøður í ársfrágreiðingini, sum felagið ikki tekur undir við. Viðmerkingin frá Føroya Handverksmeistarafelag gevur ta fatan, at FHMF ikki hevur skilt boðskapin, og vilja vit tí nýta høvi til at útgreina hesi viðurskifti gjølligari
Parturin sum FHMF ger viðmerking til, er um gongdina seinastu árini, har Landsverk í eini tilgongd í nøkur ár nú er komið har til, at stórt sæð allar verkætlanir verða bodnar út til vinnuna at útinna. Hetta hevur LV mett, og metir enn, er rætti leisturin. Tó er ein vandi í allari vælferð. Hetta skal lesast soleiðis, at tað er ikki líkamikið, hvussu hetta verður gjørt. Allir trupulleikar eru ikki loystir bara tí ein verkætlan verður boðin út. Hetta er sostatt ikki ein spurningur um at bjóða út ella ikki at bjóða út, men ein staðfesting av, at neyðugt er at velja rætta leistin, tá ið bjóðað verður út.

Í frágreiðingini verður tað nevnt sum ein trupulleiki, at játtanirnar eru lítlar og óstøðugar, og gevur hetta ofta trupulleikar, tá ið arbeiðir skulu bjóðast út. Ein annar trupulleiki kann vera manglandi kapping. At kappingin ikki er nøktandi í hesum førinum, er tá ið eftirspurningurin er størri enn útboði, og er vandin fyri hesum altíð stórur, tá ið marknaðurin er so lítil. Hetta kann til dømis henda, tá ið tíðirnar eru góðar og ov nógv er at gera, ella tá ið talan er sum serligar uppgávur, har ein ella bert fáir veitarar eru í landinum. Hetta er bert staðfesting av einum veruleika, sum ikki bara er galdandi í Føroyum, men allastaðni. Hetta er ikki nakað sum Landsverk, byggivinnan ella kappingaráðið kann ábyrgdast ella lastast fyri.

Í okkara grannalondum hava eisini verið trupulleikar við manglandi kapping, m.a. tí at verkætlanirnar hava verið so stórar, at bert fáir veitarar hava verið førir fyri at bjóða seg fram. Í tílíkum førum hevur verið umhugsað at býta verkætlanirnar í smærri eindir fyri at fáa størri kapping. Í sambandi við manglandi kapping í Norðurlondum, setti Norðurlandaráðið eina verkætlan í gongd fyri nøkrum árum síðani, við tí endamáli at skapa størri kapping. Fleiri frágreiðingar eru gjørdar, men komið er ikki á mál.

Í Føroyum hava vit í góðum tíðum upplivað, at áhugin fyri eini uppgávu hevur verið so lítil, at onki tilboð er komið inn, at eitt tilboð er komið inn, og at fá tilboð eru komin inn, sum hava verið upp til 40 % dýrari, enn tey áttu. Vit hava eisni upplivað, at bert eitt tilboð er komið inn, har nógvar fyritøkur á marknaðinum hava bjóðað saman. Hetta hendir ikki tí, at arbeiðir verða boðin út, men tí at kappingin er ov lítil. Hetta er heldur ikki nakað, sum Landsverk, byggivinnan ella kappingaráði kann ábyrgdast ella lastast fyri.

Seinasta árið hava vit upplivað stóra kapping, har verkætlanir eru blivnar bíligari enn roknað var við, millum annað flogvøllurin, og er hetta eisini nevnt í ársfrágreiðingini. Hetta upplivir Landsverk ikki sum ein beinleiðis trupulleika, men sjálvt tá má ansast eftir, tí tryggjast má, at frytøkurnar ikki spenna seg ov nógv út, og ikki megna at fullføra uppgávuna. Fyri byggivinnuna er talan sjálvandi um strævnar tíðir, sum Landsverk, byggivinnan ella kappingarráðið heldur ikki hava so stóra ávirkan á.

Í viðmerkingunum frá FHMF verður nevnt, at Landsverk skal ikki tryggja kapping, men vera ein kompetentur innkeypari, meðan kappingarráðið skal taka sær av kappingini. Hetta er partvís rætt, men ein kompetentur innkeypari hevur millum annað sum uppgávu at fáa sum mest fyri minst, og tað gerst ikki við ongari kapping. Kappingarráðið skal tryggja, at lógin og karmar verða hildnir, men kappingarráðið kann ikki skapa kapping um til dømis bert ein veitari er á marknaðinum, sum hevur førleikan ella tíð at loysa eina uppgávu.

Í viðmerkingunum frá FHMF verður nevnt, at Landsverk ábyrgdar byggivinnuna fyri, at verkætlanir ikki ganga sum tær skulu, og at tær verða dýrari, tí tær verða bjóðaðar út. Hesin boðskapur hevur ikki verið tilætlaður, og hevur Landsverk eitt sindur trupult við at síggja, hvussu FHMF er komið til hesa niðurstøðu út frá ársfrágreiðingini. Eisini verður nevnt, at Landsverk rør upp undir, at størri partur av projektering og bygging skal gerast av Landsverki sjálvum. Hesin boðskapur hevur heldur ikki verið tilætlaður, og havandi í huga, at ársfrágreiðingin júst lýsir, at so at siga allar verkætlanir verða bodnar út, og at hetta er skjalprógva fyri FHMF , er tað púra óskiljandi, at FHMF kemur til hesa niðurstøðu.

Ein lítil rætting skal gerast í sambandi við, at FHMF nevnir, at miðnámskúlin í Suðuroy bleiv so dýrur, tí at hann ikki varð boðin út. Rætta søgan er tann, at hann var boðin út í undangóðkenning, og at bert ein byggifyritøka bjóðaði seg fram at gera skúlan. At bjóða eitt arbeiði út til bert eina fyritøku er meiningsleyst, og vóru samráðingar tí um ein prís, sum ikki fekst niður um eitt vist. Ein kundi taka av, ella bíða við byggingini. Eitt gott dømi um manglandi kapping.

Tá ið FHMF saknar ein kompetentan innkeypara, verður helst sipað til Landsverk og møguliga kommunur, sum ikki gera sítt arbeiði til lítar. Landsverk er altíð til reiðar at lurta eftir FHMF, soleiðis at hetta arbeiðið kann gerast betri. Í tí sambandi kann nevnast, at Føroya Byggiharrasamtak og FHMF hava havt eitt gott samstarv, har øll mál av tílíkum slagi eiga at takast upp, men okkum vitandi hevur ikki verið nakað serligt av ábreiðslum frá FHMF í nýggjari tíð.

Landsverk og byggivinnan eiga ikki at misteinkja og illgita um líkt og ólíkt, men heldur at samstarva fyri at loysa mál á virðiligan, skjótan og effektivan hátt. Vit kunnu í tí sambandi nevna, at skipað samstarv er sett í verk millum Vinnuhúsið og Landsverk, júst fyri at fyribyrgja, at misskiljingar av hesum slagi ikki koma fyri.

At enda ein áhugaverdur spurningur til FHMF/Vinnuhúsið, ella onkran annan, sum veit: Hví bjóðar tað privata vinnulívið ongantíð verkætlanir út í almenna kapping?