Landsverk kannar ferðsluforðing

Landsverk fer nú at kanna um nakað óvanligt er við ferðsluforðingini, sum herfyri varð sett upp í Sandavági Tað skrivar heimasíðan hjá Landsverk.

Hetta hendir eftir at ein 65 ára gamal maður á prutli doyði, eftir at hann hevði rent á ferðsluforðingina leygardagin 4. apríl.

Sambært Oyvindi Brimnes, stjóra á Landverki er arbeiðið gjørt eftir forskriftunum og er eftirmett av einum ferðslurevisori.

- Oyggin, sum er gjørd á vegnum, er merkt við skeltum og lýst er alment við arbeiðnum í longri tíð, sigur Oyvindur Brimnes við heimasíðuna hjá Landsverk.

- Fyrr enn kanningarnar hjá politinum eru lidnar ber ikki til at koma við avgjørdum niðurstøðum, sigur Oyvindur Brimnes.

- Ein vanlukka er altíð ein vanlukka ov nógv. Vit taka hettar í størsta álvara og fara at kanna, um nakað kundi verið gjørt øðrvísi, tí ferðslutrygdin skal altíð hava høga raðfesting í okkara arbeiði, vísur Oyvindur Brimnes á.